10 í uppskoti til gylta bóltin

FIFA hevur nú almannakunngjørt, hvørjir 10 spælarar eru í uppskoti at verða kosin tann besti í HM-endaspælinum

Gylti bólturin, sum verður latin besta spælaranum í einum HM-endaspæli, varð latin fyrstu ferð í 1982, tá italski Paolo Rossi vann bæði bóltin og gylta stilvan, sum er heiðurslønin til toppskjúttan í endaspælinum.

 

Nú hevur tekniska nevndin hjá FIFA almannakunngjørt, hvørjir eru í uppskoti at vinna heiðurin hesaferð. 10 nøvn eru á listanum, og av teimum eru ikki færri enn sjey frá teimum báðum finalistunum, Týsklandi og Argentina, meðan Holland, Brasil og Columbia eiga eitt navn í part á listanum.

 

Listin telur: Angel Di Maria, Javies Mascherano og Lionel Messi úr Argentina, Thomas Müller, Philipp Lahm, Toni Kroos og Mats Hummels úr Týsklandi, Neymar (Brasil), Arjen Robben (Holland) og James Rodriguez (Columbia)

 

Teir, sum fyrr hava vunnið gylta bóltin eru:

1982: Paolo Rossi (Italia)

1986: Diego Maradona (Argentina)

1990: Salvatore Schillachi (Italia)

1994: Romario (Brasil)

1998: Ronaldo (Brasil)

2002: Oliver Kahn (Týskland)

2006: Zinedine Zidane (Frakland)

2010: Diego Forlan (Uruguay)