10 fólk við 11 gullmerkjum úr Kina

Eitt megnar avrik og eitt satt bragd, hesu vóru nøkur av orðunum, ið floymdu yvir íðkararnir á Special Olympics Summer Games 2007, frá einum sera takksomum og fegnum Landstýrismanni í Mentamálum, Jógvani á Lakjuni. Føroysku ítróttafólkini komu heim við 11 heiðursmerkjum.

SPECIAL OLYMPICS: Flogfarið, ið skuldi lenda kl 20:15 lendi ikki fyrr enn kl 21:50, men hóast seinkingina, virkaðu ítróttarfólkini frá Special Olympics 2007, sera glað. Nógv fólk var møtt upp til at fagna føroysku íðkarunum, venjarum teirra og leiðarum. Onkur hevði keypt fløgg og reyðar rósur, og vórðu fløggini deild út, so at øll kundu flagga fyri heimkomnu ítróttarfólkunum.

 

Ítróttargreinar

Á leikunum vóru, sum vera man, nógvar ymsar ítróttagreinir. Føroyar luttóku í trimum av teimum 23 høvuðsítróttargreinunum, og vóru hesar; boccia, frælsur ítróttur og svimjing.

Serliga innan svimjing stóðu Føroyar seg avbera væl, og har fingu vit eisini flestu heiðursmerkini, tó fingu vit eisini heiðursmerkir innan boccia og frælsan ítrótt. Samlaða talið av heiðursmerkjum var 11, og er hetta sera flott klárað.

 

Luttøka

Ikki minni enn 170 lond luttóku á leikunum í ár, og vóru tey umboðaði av heili 7500 íðkarum. Føroyar luttóku við 10 ítróttarfólkum; fýra innan frælsan ítrótt, fýra innan svimjing og tvey innan boccia. Harumframt vóru 6 venjarar og leiðarar við í ferðalagnum

 

Missiónin við Special Olympics

Missiónin við Special Olympics er at hava ítróttarvenjingar og atletiskar kappingar fyri børn og vaksin við menningartarni, alt árið ígjøgnum, á sama fjølbroytni, og Olympisku leikirnir hava, at geva teimum fleiri møguleikar at menna seg kropsliga, visa dirvi, uppliva gleði og taka lut í at deila gávur, evnir og vinarbond, við teirra familjum, øðrum íðkarum og samfelagnum.

 

Endamálið Special Olympics

Endamálið við Special Olympics er at hjálpa við at fáa øll við menningartarni inn í tað stóra samfelagið, undir umstøðum, har øll verða góðtikin, víst virðing og givin møguleikan at gerast produktivir borgarar.

 

 

Yngst og elst

Tann yngsti íðkarin á føroyska liðnum hesuferð er 15-ára gamla Sharada Unadóttir av Tvøroyri, hetta eru hennara fyrstu leikir í slíkum vavi, og er hon eisini sera glað fyri at hava verið við.

- Hetta hevur verið heilt fantastiskt at uppliva, fortelur Sharada. Hon leggur afturat, at tað vóru øðiliga nógv fólk, og tað var rættuliga spennandi. Sharada vann sær eitt fimta og eitt sætta pláss á hesum leikunum.

- Hetta vil eg fegin prøva aftur, eina aðru ferð, sigur Sharada og klemmar mammuna, sum hon hevur sakna so nógv.

Tann elsti íðkarin á føroyska liðnum var 38-ára gamla Unn Mortensen, eisini av Tvøroyri. Hon vann sær sítt fyrsta gullheiðursmerki á hesum leikunum, tá hon vann allar sínar dystir í boccia. Hon og Sharada fylgdust nógv og stuðlaðu hvørja aðra væl.

 

Responsur

Hetta er nakað við saktans kunnu vera stolt av, tí tey hava klárað seg sera væl, sigur ein av leiðarunum í ferðalagnum, Tóra Øre Hansen. Hon sigur eisini at tey eru nøkur megnar umboð fyri Føroyar, og at aðrar tjóðir leggja til merkis, at vit standa okkum so væl

Nakrir av okkara ítróttarfólkum sluppu enntá at heilsa uppá Formannin í Olympisku nevndini.

- Hetta er stórt sigur Tóra at enda.

 

 

Boks :

 

Special Olympics Summer Games 2007 í Kina

 

Navn: Aldur: Ítróttargrein:

Kristian Garðalíð 17 ár Frælsur ítróttur

Meiken Olsen 16 ár Frælsur ítróttur

Júst í Túni 21 ár Frælsur ítróttur

Sharada Unadóttir 15 ár Frælsur ítróttur

 

Ragnvaldur Jensen 17 ár Svimjing

Apolonia Justesen 22 ár Svimjing

Magnus Vatnhamar Olsen 21 ár Svimjing

Halla Poulsen 30 ár Svimjing

 

Elvin Weihe 27 ár Boccia

Unn Mortensen 38 ár Boccia

 

Venjari:

Meibritt Djurhuus 31 ár Boccia

 

Høvuðsvenjarar:

Sonni Djurhuus 33 ár Frælsur ítróttur

Dan Lamhauge 32 ár Boccia

Halla Weihe Reinert 21 ár Svimjing

 

Ferðaleiðarar:

Tóra Øre Hansen 31 ár

Mariann Øster 35 ár