- Eg eri ikki ovfarin av tølum yvir ágang móti gomlum, og tað eru nógv, sum ikki gera nakað burtur úr, sigur Synøva Minde, sum umboðar felagsskapin Verju fyri Eldri í Noregi. Fyrst í hesi vikuni tók løgreglan í Stavanger í Noregi ein 49 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt kynsligan ágang móti fólk av báðum kynum í aldrinum 80-90 ár.
Synøva Minde, sum umboðar felagsskapin Verju fyri Eldri, sigur, at tað er ikki bara hesin eini persónurin, sum nú er handtikin, ið fremur ágang móti gomlum fólki, tí álop fara fram víða um í Noregi.
Felagsskapurin Verju fyri Eldri sigur seg sjáldan frætta um kynsligan ágang, men tey fáa fráboðanir um ymisk onnur sløg av ágangi móti gomlum.
- Talan kann soleiðis verða um fysiskan, sálarligan og fíggarligan ágang ella støður, har ikki verður tikin hædd fyri heilsuni hjá teimum gomlu, sigur Synøva Minde.
Hon vísir á, at ágangur móti gomlum er vanligur, men kortini ein krógvaður trupulleiki, bæði í tí privata lívinum og á stovnum.
- Altjóða gransking vísir, at 10% av teimum gomlu uppliva at verða fyri einum ella øðrum slagi av ágangi, men nógv halda, at hetta er eitt ?privatmál?, og haraftrat bera tey ótta fyri at missa ta hjálp, tey fáa, leggur Synøva Minde aftrat.
Tað er heimasíðan hjá norska Dagblaðnum, ið skrivar um hesi viðurskifti hjá teimum gomlu.