10 ára fongsul fyri sjálvbodna yvirgeving

Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni, RIA, er minsta sektin, ein hermaður kann fáa fyri sjálvbodna yvirgeving, trý ára fongsul, men her kunnu eisini gerast ávís undantøk.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur skrivað undir eina lóg, sum gevur upp í 10 ára fongsulsrevsing fyri russiskar hermenn, sum sjálvbodnir yvirgeva seg.

 

Tað veit statsriknað russiska tíðindastovan, RIA, at siga. Tíðindastovan upplýsir tó ikki ítøkiliga, hvat liggur aftan fyri "sjálvbodna yvirgeving" í nýggju lógini hjá forsetanum.

 

Sambært tíðindastovuni er minsta sektin, ein hermaður kann fáa fyri sjálvbodna yvirgeving, trý ára fongsul.

 

Lógin letur tó upp fyri, at síggjast kann burtur frá sektini við sjálvbodnari yvirgeving, tá hetta hendir fyrstu ferð, og hermaðurin syrgir fyri at gerast leysur aftur og fer aftur til herdeildina. 

 

Tá skal hermaðurin ikki hava framt annan kriminalitet, og sum skilst, merkir "annar kriminalitetur" tá møgulig avdúking av upplýsingum, helst hernaðarligum upplýsingum.