Fleiri túsund fólk eru vorðin heimleys, eftir at ógvusligur eldur herjaði ein fátækrabýling í Manila í gjárkvøldið. AFP skrivar, at sløkkiliðið hevði trupult við at fáa nóg mikið av vatni til at sløkkja eldin, sum kyknaði seinnapartin í gjár.
-Vit halda, at millum 8.000 og 10.000 fólk eru vorðin heimleys, sigur borgarstjórin í býnum, Jejomar Binay Jr. Hann sigur, at tey flestu heimleysu eru flutt til tveir ítróttarvøllir, meðan myndugleikarnir royna at finna onkra varandi loysn.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at eldur herjar fátækrabýlingar í Manila. Í februar gjørdust næstan 30.000 fátækrafólk heimleys av eldi, og í januar doyðu 12 fólk, tá eldur kom í ein fátækrabýling.
Umleið 12 milliónir fólk búgva í Manila, og 37 prosent av teimum búgva í fátækrabýlingum. Ein almennur stovnur hevur fyrr mett, at í 2050 fara níggju milliónir fólk at búgva í fátækrabýlingum í Filipsoyggjunum.