1. maihald á Speaker’s Corner í Havn

Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi skipa fyri 1. mai haldi á Speaker's Corner í Havn

1. mai er altjóða arbeiðaradagur og varpa Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið ljós á dagin á Speaker’s Corner í Havn. Hetta verður gjørt við tveimum ungmannarøðum frá ungmannafeløgunum báðum umframt at tónleikur verður framførdur. At framføra koma Ragnar Finsson og Jákup Lind Dam, ið framføra tvey løg í part.

Hetta er annað árið á rað, at ungmannafeløgini bæði standa saman um dagin og skipa fyri tiltaki. Arbeiðarin, sosialt rættvísi og skeivleikar í samfelagnum verða sett á dagsskrá henda dagin.

 

Tiltakið byrjar aftan á 1. maihaldið á Vaglinum, sum er liðugt umleið klokkan 16.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir