1. maidagshald í Kringvarpinum

Í dag er 1. mai, altjóða arbeiðaradagur. Arbeiðaradagurin verður vanliga hildin, har ljós verður varpað á korini hjá verkafólki og løntakarum. Men koronasmittan ger, at í ár eru ikki umstøður at skipa fyri almennum tiltaki

Útvarpið sendir 1. maidagshald úr Sortudíki klokkan 15 seinnapartin, skrivar kvf.fo.

Tey, sum halda røðu, eru Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Beate L. Samuelsen, forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistunum.

##med2##

##med3##