Í kvøld verður fult umfar í 1.deild hjá monnum. Skála hevur ikki tapt í tólv dystum á rað. Í kvøld fáa teir vitjan av oddaliðum AB. Dysturin avgerð um Skála veruliga megnar at blanda seg í uppflytingarstríðið ella ikki.
AB og 07 Vestur sigla sín egna sjógv í 1.deild. Munurin frá 07 Vestur á øðrum plássi til Skála á triðja plássi er heili átta stig. Men Skála prógvar fyri hvønn dyst, at teir kunnu gerast ein hóttan í uppflytingarstríðnum.
Í kvøld kemur AB á vitjan. Argjamenn eru heili tíggju stig frammanfyri Skála, men úrslitini hava verið misjøvn seinasta mánaðin. Tí er ikki óhugsandi at um Skála vinnur, so hava teir ein møguleika at blanda seg upp í uppflytingarstríðið.
07 Vestur er á vitjan hjá NSÍ, sum liggur á niðasta plássinum. NSÍ tapti í seinastu viku greitt fyri AB og um avrikið ikki er væl betri, so er sannlíkt at 07 Vestur ferð avstað við øllum úr Runavík í kvøld.
1. deild menn 15. umfar:
Skála AB 18.30
B68 KÍ 19:00
Víkingur HB 19:00
NSÍ 07 Vestur 19:30
EB/Streymur B71 19:30










