Hetta verður sjálvandi gjørt við tí fyri eyga, at tað ikki skal bera til hjá nøkrum liði at leggja seg eftir einum ávísum úrsliti, tí úrslitið av øðrum dystum er kunnugt áðrenn dystarlok.
At allir dystirnir sostatt verða settir til kl. 14.45 kemst av, at fyri at toftamenn skulu sleppa norður aftur við Smyrli sunnudagin, er hetta avgjørt seinasta freist at seta dystin í gongd.
At dystirnir skulu leikast samstundis, er eisini galdandi í hinum deildunum, og tí verður leikt soleiðis:
1. deildardystir hjá monnum verða leiktir sunnudagin kl. 14.45
2. deildardystir verða leiktir leygardagin kl. 15.00.
3. deildardystir verða leiktir leygardagin kl. 13.00.
1. deildardystir hjá kvinnum verða leiktir sunnudagin kl. 12.45
3. deild endar
Annars er talan um seinasta umfar í kappingini hjá 3. deild.
Her hevur Skála longu tryggja sær gullmerki og uppflyting, meðan spenningur framvegis er stórur. Bæði um silvurmerkini og um næsta uppflytingarsessin.
B36, AB og B71 kunnu øll vinna silvurmerki, meðan dysturin um rættin til uppflytingardyst stendur millum AB, B71 og VB. B36 hevur lið í næstbestu deildini, og kann tí ikki flyta upp.