HAGTØL
Við árslok búðu 46.996 fólk í Føroyum. Støðugt leggist meira til á okkara átjan oyggjum, og 1. august kundi staðfestast, at vøksturin í fólkatalinum stendur við, tí tá vóru 47.483 fólk búsitandi í Føroyum. Størsti vøksturin í prosentum er í Vágum, har fólkatalið er frá 31. desember til 1. juli er voksið við 1,9%. Høvuðsstaðurin hevur næst størsta vøksturin fyri sama tíðarskeið við 1,3%, sum eru 228 fólk. Á Sandoynni stendur fólkatalið í stað, men alla aðrastaðni í Føroyum veksur fólkatalið. Samanlagt er fólkatalið í Føroyum voksið við einum góðum prosenti í ár.
Arbeiðsloysið í Føroyum er eisini støðugt minkandi. Hin 1. januar 2001 1.093 føroyingar ella 4,5% arbeiðsleysir. Hetta tal er nú minkað til 590 ella 2,3%. Hetta sæst í teimum nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovu Føroya.
Hagstovan vísir eisini á eitt serføroyskt fyribrigdi, sum er fiskavirkisskipanin. Taka vit talið av arbeiðsleysum í fiskavirkisskipanini við, so eru 706 fólk ella 2,8% arbeiðsleys.
Tá roknað verður arbeiðsloysi í fiskavirkisskipanini, so verður so verður roknað útfrá tímatali.
Føroysk flakisvirkisfólk eru í einum slag av einari trygdarskipan, har tey eru tryggjaði eina 32 tímar viku. Tá roknað verður út, hvussu nógv arbeiðsleys eru í skipanini, so verður samlaða tímatalið býtt við 32, og harvið sæst, hvussu nógv havi verið í arbeiði. Tað er rættiliga skjótt at ímynda sær, hvørja ávirkan ein vantandi arbeiðsdagur fær á tølini.
Tá tosað verður um arbeiðsleys sum heild, so verður hugsað um fólk, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, men einki arbeiða hava í eitt tíðarskeið. Tað merkir so, at skúlanæmingar, pensjónistar og fólk, sum eru so illa fyri, at tey verða umfata av einari serligari grein í forsorgarlógini, ið ger at tey ikki kunnu roknast sum tøk á arbeiðsmarknaðinum.
Tey 590, tá hyggja vit ikki eftir fiskavirkisskipanini, eru sostatt fólk 16 ár og eldri í Føroyum, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, men ikki hava arbeiði í løtuni. Av teimum 590 eru 443 í ALS-skipanini og 147 fáa bert stuðul frá Almannastovuni. Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at fólk bert fáa stuðul frá Almannastovuni. Ein orsøk kann vera, at viðkomandi kann hava verið ov leingi í ALS-skipanini ella ikki hevur arbeitt áður hann ella hon gjørdist arbeiðs/ur, soleiðis ikki hevur vunnið rætt til at vera í ALS-skipanini.
Kvinnurnar ringast fyri
Hyggja vit so nærri eftir teimum 590, leggja vit til merkis, at kvinnurnar umboða størsta partin. 3,7% ella 393 kvinnur eru arbeiðsleysar.
Tað er torført at siga, hvør orsøkin til hetta er, men millum orsøkirnar eru óivað støðan hjá kvinnuni sum mamma og vantandi útboðið av arbeiðum til kvinnur, t.e. starvsbólkar, har kvinnur so at siga ikki luttaka.
Taka vit flakakvinnurnar við, so eru heili 481 kvinnur umboðandi 4,5% av samlaðu kvinnuligu arbeiðsmegini tøkar á arbeiðsmarknaðinum, men hava einki arbeiði.
Framvegis arbeiðsloysi
Hans Pauli Strøm, sum starvast á Hagstovu Føroya og er útbúgvin sosiologur, sigur, at prátið um, at einki arbeiðsloysi er í Føroyum als ikki rætt.
?Talið er lægri enn tað nakrantíð hevur verið, og hjá monnunum stendur væl til, men kvinnurnar eru eftirbátur, sigur Hans Pauli Strøm.
Arbeiðsloysið er eisini minkað nógv í ár. 209 fólk hava funnið nýtt arbeiðspláss síðani januar mánað. Tá var arbeiðsloysið 3,2%.
Samanbera vit árið í fjør við í ár, kann leggjast til merkis, at talið av arbeiðsleysum eisini var lágt í august og september, men vaks so aftur í endanum av árinum. Frá oktober 2001 til februar 2002 lá talið av arbeiðsleysum millum 3,3 og 3,1%.