1. apríl - tiltak fyri alt húskið

Hetta er ikki ein »apríl-søga, men eitt rimmar tiltak ì Argja-skúla.


8. b ì Argja-skúla ætla sær eina Námsferð til London komandi heyst.
Hóast tey í fleiri ár hava samlað pening til ferðina, so manglar nakað í.
Tey skipa fyri einum familju-tiltaki ì Argja-skúla leygardagin 1. apríl kl.14.
Har verður m. a. hoppiborg, mat- og bommtombola, fiskibrunnur, loppumarknaður,
andlitsmáling, hárprýði, bilvask, kaffi-søla og nýbakaðar vaflur. Eisini ber til at keypa fryst fiskaflak.
Tey gleða seg nógv til ferðina og vænta at uppliva eina rúgvu. London hevur nógv at
bjóða, og tey ætla m. a. at vitja á voksmusenum Madame Tusssauds, London Eye, og  til onkran
sangleik.
London er jú rættiliga kent fyri sínar sangleikir, og í løtuni eru tað serliga »Mama mia« og
»We will rock you«, ið eru væl umtóktir.
Flokslærarin, sum eisini hevur tey í enskum, skal við teimum. Hann heldur tað verða spennandi,
at tey royna tað enska, hann hevur lært tey.
Ger 1. apríl til ein hugnaligan leygardag-seinnapart, við at fara ein túr út í Argja-skúla, heilsa tey av Argjum.