1.600 gamlar myndir úr Føroyur á netinum

Gamlar føroyskar myndir úr Føroyum saman við tilhoyrandi upplýsingum eru nú tøkar á heimasíðuni hjá danska tjóðsavninum.

 

Talan er um yvir 1.600 søguligar fotomyndir, sum vísa føroyska náttúru, føroyskan byggi- og klædnasið og gerandisdagin í Føroyum frá 1890'unum fram í fimmtiárini. Myndirnar eru nú tøkar á »Nationalmuseets Samlinger Online«. (Leinki niðanfyri)

 

Tjóðsavnið skrivar, at myndirnar geva ítøkiligt innlit í føroyskar siðir, ikki minst hvussu arbeiðið í Føroyum varð framt í samljóði við náttúruna. Tá tað snúði seg um fiskivinnu, seyðahald og fuglaveiði, í hoyna og so framvegis.

 

– Myndirnar, sum eru frá ávikavist Frilandsmuseet og Nationalmuseets enhed Nyere Tid og Verdens Kulturer, siga í stóran mun sina søgu um Frøoyar um aldarskiftið fyrra, sigur stjórin á Nationalmuseet, Wibeke Haldrup Pedersen og leggur afturat:

 

– Nú ber til hjá øllum at leita í teimum mongu myndunum heimanífrá. Myndirnar eru allar góðar, stuttligar og tankavekjandi, so tað er bara at fara í gongd, sigur hon.

 

Ymisk myndafólk hava tikið myndirnar. Tær flestu hava Johannes Klein (1854-1928), fyrrverandi yvirinspektørurin á Nationalmuseet, Holger Rasmussen (1915-2009) og Bjarne Stoklund (1928-2013), sum var professari í etnologi., tikið.

 

Myndirnar hjá Johannes Klein eru tiknar í 1890'unum, tá hann saman við Daniel Bruun, arkeologi ferðaðist kring um í Føroyum. Hann teknaðin og tók myndir til eitt nú søguligu greinarnar hjá Bruun, og saman savnaðu teir tilfar til Heimsframsýningina í Paris í 1900. Bæði myndirnar og frágreiðingarnar hjá Daniel Bruun bera brá av teirra samtíð.

 

Holger Rasmussen var á granskingarferðum í Føroyum í 1947 og í 1949, og Bjarne Stoklund tók myndirnar í tíðarskeiðnum 1959-1961. Hann var tá stjóri á Frilandsmuseet og hevði ábyrgdina av at flyta Múlahúsini til Danmarkar. Tey standa á Frilandsmusenum í Lyngby. Hann tók myndirnar í hesum sambandi.

 

Allar myndirnar kunnu síggjast á Nationalmuseet Samlinger Online