1,3 milliard í handilsjavnahalli er eingin trupulleiki

Hermann Oskarsson, stjórin á Hagstovuni, sær ongan trupulleika í, at Føroyar í fjør innfluttu fyri 1,3 milliard krónur meira enn vit útfluttu fyri. - Tað eru góðar tíðir í Føroyum. Fólk hava nógvar pengar um hendi, og innflutningurin er stórur. Íløgurnar eru stórar, og byggingin er rímiliga stór. Tí er handilsjavnahallið so stórt, sigur Hermann Oskarsson.

Stjórin á Hagstovuni heldur ikki, at risa stóra handilsjavnahallið er eitt tekin um, at føroyski búskapurin er ov heitur:

- Hallið sigur okkum, at fólk hava høvi at brúka, tá tey hava tørv á at brúka. Og at tey hava møguleika at brúka pengar, óansæð hvussu nógv verður útflutt, sigur Hermann Oskarsson.

Føroyar hava hava hall á handilsjavnanum í fleiri ár á rað. Kortini óttast Hermann Oskarsson ikki gongdina.

- Vit hava havt hall í trý til fýra ár á rað, og tað kemst fyrst og fremst av, at tíðirnar eru góðar í Føroyum. Og harafturat er útflutningurin minkaður nakað. Men sæð yvir eitt longri áramál stendur á jøvnum millum innflutning og útflutning.

- Soleiðis eigur tað at vera. Fólk skulu kunna keypa og gera íløgur, uttan alla tíðina at skula hyggja eftir útflutningstølunum. Handilsjavnin javnar seg við tíðini, sigur Hermann Oskarsson.

Í fjør innfluttu Føroyar fyri 1,5 milliard krónur meira enn í 2004. Heldur ikki tað elvir til høvuðbrýggj hjá stjóranum á Hagstovuni:

- Meginparturin av økta innflutninginum er farin til byggivinnuna, umframt at oljan er dýrkað. Tað vil siga, at fólk og fyritøkur gera íløgur í hús, bygningar og onnur tól fyri á tann hátt at gerast betri fyri. Og tað er bara gott, sigur Oskarsson.