Klaksvík:
Sum støðan er nú, so hava einans 300 av teimum umleið 1.500, sum tóku trygdarskeið í tíðarskeiðinum 1. oktober 1990 til 1. oktober 1997, fingið teirra prógv endurnýggjað. Sostatt kann talan verða um eini 1.200 sjófólk, strangt tikið, sum ikki hava loyvi at sigla, um tey ikki tekna seg til innan 1.januar.
Í kunngerðini frá mei 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk stendur, at øll prógv fyri góðkent trygdarskeið, tikin áðrenn 1. oktober 1997, skulu verða endurnýggjað innan 1. oktobur 2002. Men tá tíðarfreistin var um at vera úti, samdust tey á Trygdarmiðstøðini um at longja freistina tríggjar mánaðar, til 1. januar 2003. Men nú eru bert 14 dagar eftir og tað eru ikki nógv, sum hava meldað til.
Ynski hjá Trygdarmiðstøðini er fyrst og fremst at fáa bíðilistan, sum er, vekk sum skjótast, men tað letur ikki til, at tað fer at eydnast teimum. Heldur tvørturímóti. Tí fylgjurnar fyri ikki at tekna seg til endurnýggjan innan 1. januar eru, at viðkomandi dettur niður í tann frammanundan langa bíðilistan til grundskeiðið, sum hevur eina bíðitíð upp til hálvtannað ár.
Trygdarmiðstøðin sendi eitt tíðindaskriv út í september, har gjørt varð vart við at tey høvdu longt tíðarfreistina, men tað hevur ikki fingið fólk at streyma til við ynski um endurnýggjan.
- Tað er undrunarvert, at sjófólk ikki síggja álvaran í hesum og tekna seg til. Tí um ein sjómaður ikki hevur teknað seg til endurnýggjan av sínum trygdarprógvi innan 1. januar, so missir hann fyri tað fyrsta rættin til at kunna endurnýggja prógvið og má taka alt umaftur. Hann dettur niður í bíðilistan, sum telur umleið 780 fólk og bíðitíðin er long ? upp til hálvtannað ár. Og eitt prógv, sum ikki líkur galdandi treytir, fær hann ikki nýtt til nógv, verður sagt frá Trygdarmiðstøðini.
Tey duga ikki at siga, hvør orsøkin til væntandi áhugan er, men tey vita, at í Íslandi hava tey líknandi trupulleikar. Har tekna fólk seg til, men tá tað so kemur til stykkis, so hava tey alskyns umberingar fyri ikki at møta.
Við einum trygdarskeiðsprógvi, sum ikki lýkur galdandi treytir, er ikki loyvt einum sjófólki at sigla.
Ein onnur broyting er eisini farin fram á prógvunum. Øll, sum hava tikið prógv eftir 1. oktober 1997, eiga at hava eina STWC 95 átekning. Men tey prógvini, sum eru útskrivað innan januar 2000 hava ikki ta neyðugu STWC 95 átekningina, men hon fæst við at venda sær til Trygdarmiðstøðina í Klaksvík.
Frá Trygdarmiðstøðini verður sagt, at fólk kunnu tekna seg til endurnýggingarskeiðið á t-post seasafe@seasafe.fo ella á faxnr. 457197 inntil 1. januar.