1-1 móti Kina: Ein sensatión

Tað sigur Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum, eftir at liðið í evstu løtu skoraði til 1-1, sum merkir at Føroyar blíva nummar trý í bólkinum. Dagsins hetja bleiv Bergur Jákupsson Poulsen, sum stútaði bóltin í málið í yvirtíðini.

 

- Hetta er ein sensatión. Vit hava fingið stig móti einum landið við yvir einari milliard fólkum, og einum árgangi, sum er eitt ár eldri enn okkara, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Føroyska liðið hevurtað annars trupult í dag. Spælararnir hjá Kina eru væl fyri og leggja okkara undir stórt trýst. Móti bæði Íslandi og Noreg slapp føroyska liðið at spæla bóltin runt í verjuni, men í dag er øðrvísi. Kina trýstur frá byrjan.

 

Føroyska liðið tykist nakað tungt í mun til hinar dystirnar, men verjan stendur væl. Tað er ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at Kina kemur á odda. Vælspælandi liðskiparin hjá teimum, Mohemaiti Naibijiang, rekur framvið trimum av okkara, áðrenn hann spælur bóltin fyri føturnar á Xiangyu Tian, sum leggur Kina á odda.

 

Í seinna hálvleiki ger føroyska liðið fleiri útskiftingar, har millum annað Bergur J. Poulsen kemur á vøllin. Samstundis skifti Áki Johansen spælskipan, so okkara hava tríggjar í miðverjuni. Tað tykist at geva føroyska liðnum luft eina løtu.

 

Í yvirtíðini fær føroyska liðið hornaspark. Allir spælararnir verða sendir fram. Ein av teimum er Bergur J. Poulsen, sum hegnisliga fær stútað bóltin í málið til stóra gleði fyri spælarar, venjarar og áskoðarar.

 

Við javnleikinum hava Føroyar og Kina eitt stig í part, men føroyska U17-landsliðið hevur betri málúrtøku og endar á triðja plássi. Tað merkir, at Føroyar skulu spæla móti plaseringsdyst um 5. plássið móti Svøríki. Tann dysturin verður leygardagin.

 

Føroyar – Kina 1-1 (0-0)

0-1 Xiangyu Tian

1-1 Bergur J. Poulsen