Klaksvík:
Freistin at tekna seg til fundin var úti seinasta fríggjadag klokkan fýra. Í døgunum uppundir gjørdist tað greitt, at talan fór at verða um ta størstu undirtøkuna nakrantíð. Hetta gav teimum í Sparikassanum eitt sindur av høvurbrýggi, tí ikki var greitt, um tað fór at verða møguligt at fáa so mong at passa inn í høllina fríggjakvøldið. Síðani freistin var úti, hava tey so arbeitt við ymiskum møguleikum til at loysa henda trupulleikan. Tá tey nærum 1.000 fólkini sessast til borðs í høllini verða tað gott 800, sum koma at sita til borðs á gólvinum, meðan restin kemur at sita á einum palli, sum verður gjørdur tvørturum áskoðaraplássini niðan móti Bøgøtu. Pallurin kemur at verða um hálvan annan metur høgur árakað tey ovastu áskoðaraplássini.
? Vit hava arkitektar og aðrar við í hesi ætlanini, greiðir Gunnar Nolsøe frá. Hann er samskipari av øllum tiltakinum.
Hann sigur eisini, at soleiðis sum tilgongdin er í ár, so verður tað helst lítil ivi um, at næstu ferð ábyrgdarafundur verður, verða tað tveir fundir í staðin fyri ein.
Ein orsøkin til, at tað verða so mong til fundin í ár, er helst, at danski skemtarin Finn Nørbygaard fer at standa fyri undirhaldinum.
Norðoya Sparikassi hevur um 1.800 ábyrgdarar, og talið er voksið støðugt seinastu árini.










