Hóast KÍ ikki megnaði meiri enn 1-1 í Streymnesi í gjár, so er KÍ framvegis oddalið í næstbestu deildini.
Tað kemst av, at TB, sum undan uppgerðini á Sevmýri í dag hevði møguleika at leggja seg á odda, í dag tapti heimadystin ímóti 07 Vestur 2-0.
Málskjútti í báðum førum var Johan Ejvind R. Mouritsen, sum skoraði tríggjar minuttir undan steðginum og aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur togað seg upp á sama stigatal, sum TB hevur. Málmunurin er tann sami, men TB er nummar tvey, tí tvøramenn hava skorað fleiri mál enn 07 Vestur.
Fjórða liðið, sum hevur møguleika at flyta upp, FC Hoyvík, er á niðurflytingarplássi. Í gjár legði FC Hoyvík rygg til 5-2 tap á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.
Botnliðið B68 vitjaði á Argjum við góðari manning, og tað sá út til, at toftamenn skuldu vinna fyrsta sigurin á árinum, tí teir løgdu seg á odda 2-0. Men heimaliðið svaraði aftur og vann 3-2.
Talan hevur verið um góða viku hjá AB, tí mitt í vikuni vóru argjamenn í Runavík og spældu framskundaðan dyst frá 15. umfari, og teir vunnu 3-2.
At Víkingur vann 2-1 ímóti HB í gjár, og at NSÍ vann 5-2 ímóti FC Hoyvík ber við sær, at tað sær rættuliga svart út hjá B68, sum bara hevur vunnið tvey stig burturúr 14 dystum, og eisini hjá FC Hoyvík, sum er sjey stig aftanfyri NSÍ á triðja aftasta plássi.
NSÍ-AB 2-3 (1-2)
0-1: John Hansen 19.
0-2: Dan Petersen 34.
1-2: Árni Frederiksberg 45.
2-2: Árni Frederiksberg 48.
2-3: Dan Petersen 55.
Reytt kort: Dion Splidt, AB, 87.
HB-Víkingur 1-2 (0-2)
0-1: Martin Olsen
0-2: Andrass Mikkelsen
1-2: Yohan Borðoy br 75.
Reytt kort: Óli Arge, HB, 82., og Jan Poulsen, Víkingur, 82.
FC Hoyvík-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Jack Johansen 25.
1-1: sjálvmál 35.
1-2: Andrias á Líknagøtu 40.
1-3: Magnus P. Sørensen 48.
1-4: Árni Frederiksberg 69.
2-4: Janus W. Mortensen 73.
2-5: Viggo Hansen 90.
AB-B68 3-2 (1-2)
0-1: Jóhan Dávur Højgaard br 33.
0-2: Jónleif Højgaard 39.
1-2: sjálvmál 40.
2-2: Jákup P. Dam 57.
3-2: Jákup P. Dam 79.
EB/Streymur-KÍ 1-1 (0-0)
1-0: Pól G. Olsen br 48.
1-1: Sørmundur Kalsø 76.
TB-07 0-2 (0-1)
0-1: Johan Ejvind R. Mouritsen 42.
0-2: Johan Ejvind R. Mouritsen 67.
Støðan
KÍ 30
TB 28
07 Vestur 28
EB/Streymur 22
Víkingur 21
HB 19
AB 19
NSÍ 18
FC Hoyvík 11
B68 2
TB og 07 Vestur hava spælt 13 dystir, AB og NSÍ hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.