07-VESTUR tikið leiðsluna í 1. deild

07-VESTUR vann toppdystin móti AB, sum varð leiktur í Sørvági, teir hava nú tikið leiðsluna í 1. deild - 07-VESTUR hevur nú 50 stig meðan AB verður standandi á 49 stigum. VB/Sumba hevur eisini møguleika at koma uppá 50 stig í dag, teir hava vitjan av KÍ, dysturin er ikki liðugur enn.

Longu í 1. minutti skoraði 07-VESTUR, tað var Sjúrður Ellefsen, sum setti bóltin í netið. Restina av fyrra hálvleiki leikti javnt á báðar vegir, hálvleiksstøðan í oddadystinum var 1-0 til 07-VESTUR.

Tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, skoraði Andrzej Stretowicz til 2-0 til. Í 35. min. í seinna hálvleiki hevði 07-VESTUR møguleikan at økja leiðsluna, teir fingu brotsspark, sum aldursforsetin á liðnum - Jens Erik Rasmussen - varð settur at taka, hóast hann plaseraði bóltin væl og tætt úti við stongina, bjargaði AB-málmaðurin hegnisliga. Tá ið 93. min. vóru farnir skoraði Tór Ingar Akselsen til 3-0 til 07-VESTUR, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.