TB fekk øll stigini á Sevmýru í dag, dysturin endaði fyri løtu síðan, endaliga støðan gjørdist 2-1 til TB. Tað var TB, sum legði betur út, teir komu á odda 1-0, tað var Bárður Dimon, sum skoraði, men 07-VESTUR svaraði aftur áðrenn hálvleik til 1-1, tað stóð Tór Ingar Akselsen fyri - hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki skoraði Óli Johannesen fyri TB til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Annars verður sagt av Tvøroyri, at dysturin var javnur, væl leiktur, men at TB hevði munin.
Úrslitið førir við sær at 07-VESTUR má víkja av fyrsta plássinum í 1. deild - hvør nú er ovast velst um, hvussu hinir dystirnir endaðu.