Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur.
Tvey tey seinastu árini hava bæði EB/Streymur og 07 Vestur verið í bestu deildini. Úrslitini í teimum seks innanhýsis landskappingardystunum hava verið skiftandi, og felags fyri teir hevur verið, at nógv mál hava verið skorað. Undantakið var annar dysturin í Vágum í 2021, tá ið úrslitið var 1-0 EB/Streyma sigur. Í øllum hinum fimm dystunum eru í minsta lagi trý mál skorað, og í fjør vann 07 Vestur 5-4, tá ið liðini 2. juli hittust á Dungasandi.
Hjá Michael Schjønberg og 07 Vestur er tað komið illa við, at tríggir av lyklaspælarunum hava verið darvaðir av skaðum. Talan er um vongverjan í høgru Mathias Voss, sum ikki hevur verið á vøllinum síðani 12. apríl og framrættaðu Jasper Van Der Heyden og Jóhann Hansson Joensen.
07 Vestur og EB/Streymur hava bæði 7 stig. Týskvøldið vunnu bæði 07 Vestur og EB/Streymur seg víðari í steypakappingini. 07 Vestur vann 2-1 á Argjum, og EB/Streymur vann 4-1 á heimavølli ímóti Skála.
Hjá EB/Streymi fekk Bergur J. Poulsen týskvøldið stoyt í mjødnina. Hann endaði á landssjúkrahúsinum. Tað vísti seg, at einki var brotið, men hann hevur ikki verið á vøllinum síðani týskvøldið. Filip Djordjevic hevur verið darvaður av skaða og tí bara einaferð higartil í ár verið á vøllinum allan dystin á tamb. Týskvøldið varð hann skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.