TB er longu flutt upp, meðan stríðið um hitt uppflytingarplássið er millum 07 Vestur og FC Suðuroy. 07 Vestur tekur í dag móti næst besta liðnum hjá NSÍ á Dungasandi. Vágamenn hava munin á FC Suðuroy við tveimum stigum, so ein sigur merkir at teir halda fast í uppflytingarplássinum.
Fyri FC Suðuroy er málsetningurin greiður. Teir skulu vinna á botnliðnum EB/Steymi, fyri at halda lív í dreyminum um Effo-fótbólt til komandi ár. FC Suðuroy tapti í farna umfari fyri Kaj Leo H. Johannesen og HB.
Tað eru fýra umfør eftir av klandskappingin hjá 1.deild.
1. deild menn - 24. umfar:
Í dag:
HB – TB (13:00)
07 Vestur – NSÍ (13:00)
FC Suðuroy – EB/Streymur (13:30)
Víkingur – KÍ (15:00)
B36 – AB (15:30)
Støðan:
1. TB 62 (Stig)
2. 07 Vestur 40
3. FC Suðuroy 38
4. B36 34
5. NSÍ 31
6. AB 30
7. Víkingur 25
8. HB 23
9. KÍ 22
10. EB/Streymur 16