07 Vestur er av álvara farið undir at fyrireika seg til lívið í Effo-deildini. Í seinastu viku longdi felagið sáttmálarnar við tveir av lyklaleikarunum hetta kappingarárið.
Martin Tausen fór til 07 Vestur í januar og gjørdist skjótt ein lyklaspælari á liðnum. Hann hevur víst spæl á høgum støði, og har vesturi verður 26 ára gamli hovbingurin mettur at vera ein týðandi leikari í framtíð felagsins.
- Bæði í defensiva og uppbyggjandi partinum av spælinum, men ikki minst sum ein av leiðandi persónligheitunum, hevur Martin verið við til at hækka støðið á spælinum, sum at enda gav úrslit við uppflytingini til EFFO-deildina, sigur felagið.
Hin spælarin er Jákup Sveinbjørn Olsen. Hóast sín unga aldur, hann er 21 ára gamal, hevur Jákup Sveinbjørn Olsen spælt 124 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur.
- Seinastu tvey árini hevur hann tó veruliga víst sínar dygdir, og er vorðin ein av mest umráðandi leikarunum, serliga á framrættaða miðvøllinum, sigur felagið.