Sum skilst, so fer 07 Vestur at leiga Gilla Samuelsen úr B36 til komandi kappingarár. 18 ára gamli havnarmaðurin hevur spælt níggju dystir á besta liðnum hjá B36. Tað ljóðar, at hann hevur vant við 07 Vestur í dag.
B36 hevur fyri kortum selt Patrik Johannesen til Florø, meðan nýggjur áleypari er komin til úr Estlandi. Talan er um 29 ára gamla Kaimar Saag, sum hevur spælt ikki færri enn 46 landsdystir fyri Estland.
07 Vestur spælir komandi ár í bestu deildini, hóast liðið bleiv nummar níggju farna kappingarár. Tó var bara eitt lið, sum flutti upp. Nýggjur venjari er Pauli Poulsen, meðan liðið hevur fingið tilgongd av Jón Krosslá Poulsen og Ndende Adama Gueye. Liðið hevur eisini mist spælarar sum Holgar Durhuus, Søren Nielsen, Pål Fjelde, John Frederiksen.