07 Vestur kiksaði á heimavølli

1.DEILD: Teir næstbestu hjá KÍ eru á veg norður úr Vágum við stigi í viðførinum

 

Tað gekk ikki soleiðis, sum støðutalvan legði upp til, tá ið 07 Vestur seint seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Fyri trimum vikum síðani vann 07 Vestur 3-1 í Klaksvík, og undan hesum umfarinum var 07 Vestur topplið, og KÍ var á fjórða plássi.

Úrslitið var 2-2, og tað ber við sær, at 07 Vestur ikki endurvinnur oddasessin, sum NSÍ við 3-1 sigri á Eiði tók á middegi. Nú er NSÍ topplið við 25 stigum, og 07 Vestur er næstfremst við 24 stigum. 07 Vestur eigur útsettan dyst á Sandi til góða. Hann er ásettur at vera 8. juni.

07 Vestur setti hol á í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Málskjútti var Solomon Kwao eftir upplegg frá Eiriki M. Ellendersen.

Beinanvegin eftir steðgin svaraði KÍ aftur, og tá ið seinni hálvleikur var tólv minuttir gamal, vóru klaksvíkingar frammanfyri 2-1.

Fróði Mørkøre javnaði við fínum skoti, og Tórur Jacobsen legði KÍ framum 2-1 eftir upplegg frá Bárði Hansen.

Ragnar Weihe javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu fýra minuttir, eftir at Christian R. Mouritsen hevði spælt hann leysan.

KÍ hevur seytjan stig og er á fjórða plássi.

Í tólvta umfari skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti Víkingi, og KÍ skal spæla á útivølli ímóti Skála.