Tað er longu rættiliga vist, at tað fara ikki tvey lið at flyta upp úr næstbestu deildini, og harvið er tað mest sum greitt, at tað í mesta lagi verður eitt lið, sum fer at flyta niður úr bestu deildini.
Um tað verður eitt ella kanska einki lið, sum fer at flyta niður, er treytað av, um 07 Vestur fer at megna at halda tørn um triðja plássið, ella um liðið fer at vinna seg longri fram á støðutalvuni.
Í kvøld fær 07 Vestur vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi. Víkingur er á næstfremsta plássi við 36 stigum, sum er tvey fleiri, enn 07 Vestur hevur. Tað er greitt, at liðið hjá Víkingi er mannað við yngri spælarum, enn liðið var undan summarsteðginum. Tríggir spælarar fluttu í summarsteðginum til B68.
Spurningurin er eisini, hvussu tað ávirkar manningina hjá Víkingi í kvøld, at besta liðið hjá felagnum í annaðkvøld skal spæla í Klaksvík.
Leygardagin vann næstbesta liðið hjá Víkingi 2-1 í Klaksvík, og sunnudagin tapti 07 Vestur 4-1 á Sandi.
Í Klaksvík fær næstbesta liðið hjá KÍ í kvøld vitjan av næstbesta liðnum hjá Skála. KÍ er á fjórða plássi við 29 stigum, og Skála er á áttanda plássi við 16 stigum. KÍ hevur spælt ein dyst færri enn flestu av hinum liðunum. Útsetti dysturin ímóti B71 á Sandi verður týskvøldið 20. august.
Eftir góða gongd í nógvar vikur hevur KÍ tapt tvær tær seinastu ferðirnar – ímóti toppliðnum NSÍ og so ímóti Víkingi. Skála hevur ikki vunnið síðani 21. juni, tá ið tað eydnaðist at vinna 1-0 í Runavík.
KÍ - Skála: Rani A. Skaalum kl. 19.15
07 Vestur - Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30