07 Vestur fær spælara við royndum úr Superliguni

Betri deildin: 07 Vestur hevur nú funnið avloysaran fyri Kevin Jablinski

Mynd: SønderjyskE

Sønderjyske boðar í dag frá, at felagið hevur leigað 20 ára gamla Mads Winther til 07 Vestur. Nakað sum bolt.fo endurgav fyrst í dag. Talan er um ein høgan miðverja, sum skal avloysa væl lýdda Kevin Jablinski, ið ikki heldur fram í felagnum. Hann er farin við fyrrverandi venjarnum, Magnusi Powell, til svenska Östersunds FK.

 

Sønderjyske skrivar, at talan er um ein leigusáttmála fram til í summar. Hann hevur sáttmála við Sønderkyske til í summar, so tá er hann uttan sáttmála bæði í Sønderjyske og 07 Vestur.

 

- Vit hava verið fegin um, at hava Mads Winther í felagnum, men har er komin hartil í síni yrkisleið, at hann skal spæla fleiri dystir, enn Sønderjyske kann geva honum. Tað verður gott fyri hann, at koma til 07 Vestur, sum hevur fyrrverandi danska landsliðsspælaran, Michael Schjønberg, sum venjara, sigur Esben Hansen, ítróttarstjóri í Sønderjyske.

 

Mads Winther er 1.92 sentimetrar høgur og hevur spælt seks dystir í Superliguni. Hann er nýggjur saman við Ronni Møller Iversen, Jasper van der Heyden, Mads Borchers, Mathias Voss, Ára Arge og Hákuni Edmundsson. Frágongd telur Kevin Jablinski, Martin Tausen, John Fagerström, Martin Petterson, Zoran Vujovic og Predrag Jeremic.

 

Mynd: SønderjyskE