Í 2021 verður kvinnuliðið hjá 07 Vestur á fyrsta sinni at síggjaí Betri deildini.
Hesum boðar 07 Vestur frá í kvøld.
2018 var fyrsta árið, 07 Vestur luttók við kvinnuliði í føroysku fótbóltskappingini. Felagið luttók við tveimum 1. deildar liðum og eydnaðist kappingarárið so mikið væl, at kvinnurnar vunnu deildina.
07 Vestur hevur seinastu árini lagt orku í at menna gentu- og kvinnufótbóltin í felagnum, og metir nevndin, at tíðin nú er búgvin at taka stigið upp í Betri Deildina.
Felagið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum. Talið av leikarum á kvinnusíðuni er mangan ein avbjóðing, og seinnu árini hava verið ymisk samstørv tvørtur um feløg hjá kvinnuliðum í Betri Deildini. Við staðsetingini felagið hevur, er avbjóðingin hjá 07 Vestur kanska størri enn hjá øðrum feløgum, men farið verður undir uppgávuna við góðum treysti.
- Fyrstu tíðina verður møguliga neyðugt at stabilisera Betri-liðið við styrki útifrá, men málið er at felagið við tíðini kann gera seg galdandi í Betri-deildini við lokalum leikarum, sigur Jón Nordendal, formaður
07 Vestur ætlar áhaldandi at raðfesta gentu- og kvinnufótbóltin komandi árini, og við miðvísum ungdómsarbeiði er málið, enn sum áður, at uppala somikið nógvar kvinnuligar fótbóltsleikarar, at felagið sum frá líður kann luttaka við kvinnuliðum í báðum vaksnamannadeildunum.











