BRÚDLEYP
- Píka sjey, tey brúdleyp, var tað onkur, sum segði.
Jú, brúdleypini vóru nógv í tali leygardagin, tann sjeynda í sjeynda tjúguhundraðogsjey.
Prestar, embætisfólk og borgarstjórar høvdu nógv um at vera, og tað sama var galdandi fyri fotografar, hotell, blómuhandlar, matstovur o.o.
Heri Joensen, prestur í Vesturkirkjuni í Havn, var ein av teimum føroysku prestunum, sum hevði úr at gera við at víga fólk, ið lovaðu hvørjum trúskap, til deyðin tey skilir.
Hann heldur, at dagurin gekk sera væl.
Heri Joensen sigur við Sosialin, at summarið er háárstíð fyri brúdleyp í Føroyum, og tí er ikki óvanligt, at nógv brúdleyp eru. Ofta er talan um útisetar, sum velja at koma heim til Føroya at giftast.
Dagurin hildin á ymsan hátt
Hóast gravgangur hevur verið eftir at sleppa at giftast 7. juli, metir Heri Joensen, at ymisk onnur viðurskifti eisini gera, at so nógv pør hava valt 7. juli sum brúdleypsdag. Tað skerst tó ikki burtur, at súmbolvirðið í sjeytalinum er stórt, og í hesum sambandi nevnir prestur m.a. høvuðsdygdirnar, gávur andans, tær sjey bønirnar o.s.fr.
Hóast nógv verður gjørt burtur úr ein slíkan dag, er misjavnt, hvussu fólk halda dagin. Summi halda stóra veitslu um dagin, meðan onnur bjóða brunch, hava móttøku ella fara uttanlands sjálvan brúdleypsdagin á brúdleypsferð.