007: Hálva øld í filmstænastu

50 ár eru liðin, síðani Sean Connery fekk kvinnuhjørtu kring allan heimin at blotna. Tað er ikki longur Connery, sum spælir 007, men James Bond heldur framvegis fast um leiklutin, sum størsta filmshetjan nakrantíð

Eingin yvir og eingin víð síðurna av James Bond. Bretski gentlemaðurin dugir framvegis at leggja kvinnur fyri føtur sínar. Um javnað verður fyri inflatiónini, megnar heldur ikki Harry Potter at standa honum kurl, tá inn­­spældu milliónainntøkurnar frá alheims bio-høllum verða taldar saman, og við sínum nú 50 árum á baki er talan um eina tí mest haldbæru filmsrøðina yvir­høvur.

Trúi ikki konseptinum
Tað var annars ikki júst hetta, sum flestu filmsframleiðararnir sóu fyri sær, tá rithøvundurin, Ian Fleming, í 1954 skuldi gera MI6-agentin til films­stjørnu. Ein ávísur Jimmy Bond hevði verið partur av eini parti av sjónvarps­røðini, Climax!, og sjálvur vildi Fleming meira enn hetta. Hann royndi at fáa films­fram­leiðaran, Alexander Korda at gera antin Live and Let Die ella Moonraker til film, men hóast ein ávísan áhuga, so vendi Korda tummilin niður, tá alt kom til alt.
Fimm ár seinni boðaði Fleming frá, at hann fór at skriva eitt filmshandrit, har James Bond var hetjan, men Alfred Hitchcock vildi ikki leikstjórna, og Richard Burton vildi ikki spæla, og so datt eisini tann ætlanin niðurfyri.
Sama ár sýndi ein annar framleiðari tó stóran áhuga fyri bretska agentinum. Í fyrstu atløgu fekk Albert R. Broccoli tó ikki sannført starvsfelaga sín, Irving Allen, um tað góða í hesum hugskoti, men tá Broccoli í 1961 kastaði saman við Harry Saltzman, bar betur til. Teir báðir keyptu rættindini til allar bøkur­nar hjá Fleming – Casino Royale undan­tikið – men flestu amerikonsku film­húsini hildu tó, at plottið var ov enskt og hevði ov nógv sex við sær. Tað end­aði tó við, at United Artists søgdu ja til at framleiða Dr. No., og so var ein klass­ikari føddur.

Næsta royndin eydnaðist
Sean Connery var ikki tann, sum Broccoli helst vildi hava í høvuðsleiklutin, men annað hvørt søgdu aðrir nei, ella eisini settu teir órímilig krøv, og so fall valið á Connery. Eitt val, sum Fleming segði vera »dreadful«, tá hann hevði sær fyrstu brotini úr Dr. No.
Sum so gjørdist fyrsti filmurin heldur ikki tað heilt stóra. Ummælarar vóru ymiskir á máli, og í Vatikanstatinum hart­aðu tey framleiðaran.
Semja hevði tó alla tíðina verið um, at minst tveir filmir skuldu gerast, og tá næsta útgávan kom, varð hendan mun­andi betur móttikin. Í mun til Dr. No, so varð From Russia With Love upptikin í Europa, har fjøldin hevði tikið nógv betur ímóti Bond. Action-parturin fylti nú nógv meira enn sjálv søgan, og eitt nú vóru tvífalt so nógv morð í næsta filminum. Ummælarar vóru framvegis ikki nøgdir, men hyggjararnir vóru á gosi. Fólk tustu í bio-høllirnar at síggja Connery sum 007, og so var succes’in fødd.

Vald, tøkni og kvinnur
Við 22 filmum á baki, eru tað sjálvandi ymiskar avbjóðingar, sum Bond hevur møtt á lívsleiðini.
Men nakrir faktorar eru tó altíð støð­ugir. Fyrst og fremst, so er tað dysturin hjá tí góða móti tí ónda. Tað finst valla tann vandi fyri mannaættina, sum Bond ikki hevur byrgt fyri, tá hann hev­ur steðgað samvitskuleysum brots­monn­um í ævigu stremban teirra eftir heims­valdinum.
Á ferðini hittir Bond hópin av vøkr­um kvinnum, sum altíð fella fyri sjarmu hansara. Og hóast AIDS-vandin fekk hann at taka tað róligari, soleiðis at tað nú aloftast bert er tann eina, sum sleppur í song við honum, so er hetta áhald­andi partur av plottinum.
Og so er tað sjálvandi hátøknin og flottu bilarnir við allari eykaútgerðini, sum hann altíð sleppur at gera sær dælt av. Hesum syrgir Q fyri, og hóast Desmond Llewelyn gjørdist mest sum legen­dariskur í leiklutinum, so er hann sjáldan spældur so stuttliga, sum John Cleese gjørdi tað í 2002.
Bond sjálvur er eisini yngdur fleiri ferðir. Hóast Sean Connery altíð hevur hildið fast um, at leikluturin sum Bond ikki var tann, sum hóskaði sær best, so er Connery ein av hornasteinunum í Bond-mentanini. Ein mentan, sum Roger Moore, George Lazenby, Timothy Dalton, Pierce Brosnan og nú eisini ljós­hærdi Daniel Craig hava lyft arvin eftir.
Felags fyri teir allar er, at hóast teir eisini hava havt nógvar aðrar av­bjóð­ingar á bio-løriftum, so verður navn teirra altíð sett í samand við 007. James Bond er størsta stjørnan av øllum á hvíta løriftinum, og tað verður hann helst verandi í nógv ár afturat.