Og væl hevur hepnast, tí talið er minkað umleið niður í helvt seinnu árini ? m. a. tí, at so nógv hevur verið gjørt í øllum liðum til tess at fáa henda málsetningin framdan. Tey vita, at tey neyvan koma niður á null ? men frá 1.300 og niður í helvt ? tað sparir nógvar mannalagnur.
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer seinni í vár at hava aðalfund, og verður 0-hugsjónin uttan iva á skránni ? og tískil fara vit at hoyra meira um eitt møguligt átak ? sum her í blaðnum skal fáa neyðuga teigaplássið.
Vit kunnu bara stuðla Ferðlustrygd og heita á okkara landsins kosnu menn og kvinnur um at gera eina samtykt, sum gongur út uppá, at endamálið við ferðslutrygdini skal vera, at eingin skal doyggja ella verða illa løstaður í ferðsluni. Samtyktin skal ikki minst eisini ganga út uppá, at hetta verður havt fremst í huga, tá útbyggingar og ábøtur verða gjørdar á vegakervið. Á tann hátt skulu vit tryggja okkum, at ferðslutrygdin í øllum lutum verður havt fremst í huga ? ikki bara hjá bilførarum, men eisini hjá øllum teimum, sum á aðrarhættir hava ávirkan á ferðsluumhvørvið.
Er tað ikki utopi at lækka talið í Svøríki niður á ? ella niður ímóti ? 0, so er tað heldur ikki tað í Føroyum. Bara tað at ØLL hava hugsjónina fremst í huga ger, at vit kunnu nærkast málinum.
Hava vit ikki hesa hugsjónina, so góðtaka vit, at onkur skal doyggja. Men spyrja vit hvør tað skal vera. Spyrja vit um tað skal vera tú? Um tað skal vera eg - onkur annar? Fáa vit tá svarið?
Nei, hesum kann eingin svara ? bara at talið skal verða 0!