verður ment og víðkað. Hvussu nógv tori eg ikki at siga í løtuni, tí vit renna okkum alla tíðina í, hvussu vit skulu fíggja tað, sum vit vilja arbeiða fyri, sigur landsstýrismaðurin. Fíggingin skal sambært [...] dag hava nógvar uppgávur, samstundis sum fleiri næmingar hava tørv á serligum fyriskipanum fyri at kunna vera í vanliga skúlaflokkinum. Hann heldur tí, at tveir lærarar eiga at vera um flokkin, tá tað [...] vera við til at gera nógv viðurskifti betri í fólkaskúlanum, tað veri seg bæði at møta einstaka næminginum og tørvinum hjá honum, at hava skapandi lærugreinir og so framvegis, sigur hann við Skúlablaðið
upplýsingar um stórmálið í 7 mánaðir. Og tá ið Kringvarpið gjørdi samrøðuna við nevndarformannin hjá Varðanum, var Kringvarpið væl kunnað um, at 12 limir í Liviligum korum hava fingið frían rættargang at stevna [...] flokkað sum serliga dálkandi ídnaður, og tað er óhoyrt at leggja slíkt virksemi millum hús, har børn og vaksin hava sítt dagliga lív. Býarskipan Tvøroyrar kommunu hevur einki øki skilmarkað til serliga [...] byggiloyvi til slíkt virksemi. Livilig kor hava gjørt vart við millum annað hetta hjá øllum viðkomandi myndugleikum, higartil uttan úrslit. Grundgevingin tykist vera, at tá Varðin longu hevur bygt eitt stórt virki
endan, og hettar vísti tú, tá tú í heyst var og vitjaði meg í summarhúsinum, har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi eftir gólvinum sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu [...] Tú hevur altíð tikið væl ímóti teimum, ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú spurdi hann: Ert tú góður við Judith? Og tá hann svaraði játtandi, segði tú: Passa mær væl [...] sum ein, ið ikki var bangin fyri at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta ting í verk, hóast tú uppá nógvar mátar var ein smæðin maður, ið treivst best
og hendan útgerðin er ein praktisk hjálp til skjótari endurvenjing, tá fólk hava overvað seg. Hetta er ein liður í sama arbeiði, sum vit longu gera, og fyri okkum í HKcare er tað serliga áhugavert at síggja [...] øg kring landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men, hóast tað er sunt at íðka ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini. Tá hevur HKcare í [...] skiftirúminum aftan á venjing og í sofuni við hús aftur við Degi & Viku. "Vøddabati" er til fólk, sum brúka beinini nógv, og sum av og á fáa eymar vøddar – veri tað seg pínu ella andsperri – aftan á harða
tvídrátti. Ætlanin er farin á glið, júst orsakað av seinast nevnda. Her standa vit í dag Hyggja vit at tølunum, síggja vit greitt, hví ferðin eigur at haldast, og hví tað er óforsvarligt ikki at halda ætlanina: [...] til grøna orku. Kunnu vit ikki veita hana, fara arbeiðspláss og virðisøking onnur staðni. Veitingartrygdin viknar. Vit eru eitt oyggjasamfelag uttan samband við onnur elnet. Vit kunnu ikki keypa okkum [...] verkætlanin er boðin út. Tilsamans hava nýggju privatu lundirnar – Flatnahagi og Gellingarklettur – saman við ætlaðu lundini í Klivaløkshaga ein mátt upp á umleið 65 MW. Leggja vit ósettu Eiðis-lundina afturat
og grannaløg hava somu gleði av vøkstrinum sum tú. Hvørja gleði hevur grannin av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má víkja? Og hvussu um veturin, tá ið gangurin er [...] er nógvur frá greinum, ið sláa inn á bæði hús og á vindeygu? Fyri ikki at tala um, tá ið tey størstu trøini kunnu brotna í stormi og kanska gera stóran skaða rundan um seg? Ongar reglur Í sambandi við [...] loyvdu hædd á trøum. Millum annað vildu fólk hava greiðar ásetingar um viðlíkahald av urtagørðum, so trø ikki skuldu kunna vaksa seg óavmarkað stór – ikki minst, tá ið talan er um trygd og sólargang, ið átti
um hetta kompromiið hevur tænt Føroyum væl tey síðstu 30 árini. Vit hava framvegis botnfiskastovnar, sum hava tað trupult. Vit hava framvegis ein botnfiskaflota við veikum lønsemi og avmarkaðum [...] góð seinastu árini. Samstundis hava vit sæð, at fiskidagaskipanin hvørki regulerar veiðuna beinleiðis ella gevur teimum sum fiska insitament, sum vit ynskja. Tá fiskiríkidømið er ogn Føroya [...] krøv til úrslitið. Sjúkrahúsið skal lúka byggireglurnar, hava tær funktiónir, sum eru neyðugar, og verða latið liðugt innan eina ávísa tíð og kostnað. Samstundis hava myndugleikarnir framvegis
burðardyggari framtíð. Føroyska tiltakið verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 22. september klokkan 17–19. Tá fara næmingar og lærarar frá Rótini í Klaksvík at vísa, hvussu gamlar handverkssiðvenjur, góð rávøra [...] í ástøði. Undirvísingin tekur eisini støði í árstíðunum, náttúrutilfeinginum og teimum valum, sum vit gera hvønn dag. Dentur verður lagdur á at minka um burturkast og at læra tey ungu at umvæla, endurnýta [...] aráðsins varð latin fyrstu ferð í 1995. Hon heiðrar einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir, sum hava gjørt eitt serligt arbeiði fyri umhvørvið. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Virðislønin er
handilin skuldi liva víðari, føroyska tónleikalívinum at frama. Tíverri, mugu vit nú staðfesta, at hesar royndir higartil ikki hava borið á mál, sigur hann. Terji B. Vestergaard vísir á, at tað er týdningarmikið [...] latin aftur í seinnu helvt av september. – Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni í august mánaði, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá, sigur han. Tað ber tó ikki til at fáa størri [...] starvsfólkum, veitarum og øllum teimum, sum hava víst handlinum álit og stuðul gjøgnum árini. Tað eri eg inniliga takksamur fyri og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram. – Sum sagt er vónin
Martin Karl, hava einki ímóti at vera í arbeiðsklæðum og handskum, og hetta er galdandi fyri tey bæði. Tá vit vitjaðu í Skálavík ein dagin í seinnu hálvu av juli, og kafé’in hevði fult hús, stóð Birita [...] strongd. Martin Karl sigur, at tey hava góð fólk at hjálpa sær, og her er talan um bæði føroyingar og útlendingar. - Nú í summarhálvuni hava vit eini 14-15 fólk á lønarlista, tá øll eru íroknað, og hetta eru [...] verður alt eitt hús, og gongdin ímillum lonirnar verður sjálvsagt innandura. Tey sjey kømrini, sum fara at venda eystureftir, fara at hava gott útsýni eystur í hav, og hini kømrini fara at hava útsýni niðan