sjónum eru avgerandi fyri eitt oyggjasamfelag sum Føroyar. Tí verður arbeitt við at dagføra útgerðina hjá myndugleikunum og styrkja førleikarnar hjá teimum, sum hava ábyrgdina av tilbúgvingini. Eitt av átøkunum [...] átøkunum er ætlanin um at útvega Vørn eitt nýtt eftirlitsskip, sum skal avloysa Tjaldrið og tryggja, at Føroyar eisini framyvir hava eina nútímans tilbúgving á sjónum.
Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra, sigur hon. Sambært henni er tað stórur [...] lesa við eygunum og at lurta við oyrunum. Sjálv lesitilgongdin mennir heilan og styrkir førleikar sum hugsavning, minni, trupulleikaloysn og kritiska hugsan. – Lesing er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi [...] tilgongdina. Sambært granskaranum bendir gransking eisini á, at tað ikki er ein fyrimunur hjá børnum, sum júst eru farin at lesa, bæði at lurta og lesa sama tekst samstundis. Tað kann tvørturímóti gera tað
undir trýsti. Í ólavsøkufrágreiðingini staðfestir løgmaður, at arbeiðsloysið er sera lágt, samstundis sum nógvar fyritøkur hava trupult við at fáa starvsfólk. Hann vísir í ólavsøkurøðuni á, at hetta er eitt [...] samstundis ein avbjóðing fyri bæði vinnulív og almennar stovnar. Tí verður arbeitt við fleiri átøkum, sum skulu tryggja arbeiðsmegi. Millum annað verður hugt at útbúgving, arbeiðsmarknaðarpolitikki og treytunum
Skipið Bandero, sum hoyrir til Captain Paul Watson Foundation, fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá [...] hjá íslendsku sjóverjuni, varð umbønin sýtt við støði í einari váðameting, sum embætið hjá ríkisløgreglustjóranum hevði gjørt. – Hóast skip hava rætt til friðarliga ferð innan fyri íslendska sjómarkið, [...] halda uppá, at ferðin hjá hesum skipinum var friðarlig, sæð í ljósinum av teimum útsagnum og hóttanum, sum komu frá Paul Watson-felagsskapinum, sigur Ásgeir Erlendsson við mbl.is. Hann vísir eisini aftur, at
sleppa at njóta hana, sigur hann við Kringvarpið. Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram við Mølheyggjunum og út á sandin. Borgarstjórin sigur, at málið um ferðsluna
ólavsøkuni við til at fíggja hesar veitingar. Lions Tórshavn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið og øllum teimum dugnaligu listafólkunum, sum aftur í ár settu sín dám á framsýningina við sínum listaverkum. Eisini [...] Sum vant læt ólavsøkuframsýningin hjá Lions upp 27. juli og var opin bæði ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og dagin eftir ólavsøku. Millum listaverkini, ið kundu síggjast, var eisini ein málningur eftir Kára [...] , ið varð lutaður burtur hesa ferð, var Annfinn Hjelm úr Havn. Hann hevur longu fingið málningin, sum hann saman við 10 ára gamla soninum Jógvani var og heintaði hóskvøldið. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini
verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi [...] trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi
av stuðulsspælarunum, sum spæla allar dystirnar á tamb, ið stóðu fyri málinum. Jóannes Kalsø Danielsen átti uppleggið úr høgru, og mitt fyri málinum var tað Páll A. Klettskarð, sum setti bóltin í málið [...] ikki bóltin, sum hann ætlaði, og so spurdist einki burturúr. At einki mál fór ígjøgnum hjá KÍ sigur, at verjan var stinn. Umframt málverjan, vongverjarnar og Gaston og Gilla Rólantsson, sum mannaðu miðverjuna [...] leiðsluna til 2-0 bar við sær, at tað síðani av álvara gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, sum í longum tíðarskeiðum megnaði at varðveita bóltin og ikki altíð hevði fokus á møguleikanum at fara
Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir [...] sigursmálið. Eftir horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði [...] kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar frídagar. Heimamenninir í EB/Streymi løgdu bragdliga fyri. Teir vunnu mest sum allar n
kendir fyri sangir sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga", "Gentan er farlig", "Øll í mínum sikti", "Eg og mín Veðr" og fleiri. Swangah hevur framførslu á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi [...] hevur við sniðfundigum tekstum og kveikjandi løgum vunnið stóra undirtøku millum fólk. Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar