og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu [...] vinarbond og hugskot eru fødd. Bara good vibes frá byrjan til enda Tað byrjaði við einum málsetningi sum æt tríggir veggir. Tað endaði við 13 verkum, og enn fleiri verkum sum avleiðing av We Need Art, nýggj [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til
vísa á ein ítøkiligan vanda og prógva, at tøknin er neyðug fyri at verja persónin ella onnur. Ein “møguligur” vandi er ikki nóg mikið. Úrslitið er ein tung málsviðgerð, har tøknin verður mett sum eitt inntriv [...] tøknina í nýtslu og merkir at nyttan av loysnini verður størri. Ein f øroysk loysn við altjóða royndum Nemlia er ein føroysk fyritøka, sum arbeiðir við vælferðartøkni í Danmark og Týsklandi. Sambært fyritøkuni [...] mentalari viknan. Har kann góðkend trygdarskapandi vælferðartøkni brúkast sum partur av umsorganini, tá persónurin ella heimilað umboð er kunnað og ikki mótmælir. Tá verður nýtslan ikki roknað sum tvingsil. Verður
upplegginum” frá Mette Frederiksen, sum hann pástendur at vera eitt upplegg um loysing. Men tá hann verður spurdur av journalistinum, hví man ikki handlaði í 2023, so kann hann bara geva núverandi landsstýrismanni [...] landsstýrismanni, neinei – man má ikki tosa ringt um Tjóðveldi, hóast tey tá eins og vanligt eru handlingslamin. Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki [...] av EFTA, tá EBS-avtalan ikki umfatar fisk! Harafturat eru Noreg og Ísland okkara kappingarneytar, sum ikki vilja hava okkum at gerast partur av EFTA. Illusjónin hjá Jóannes Eidesgaard er, at einki ber
Tá førleikin verður avgerandi Ein av fýra fær ein heilatilburð einaferð í lívinum. Eftir ein heilatilburð kann gerandisdagurin broytast grundleggjandi, og førleikar, sum áður vóru sjálvsagdir, kunnu brádliga [...] vit ikki bara seta inn, tá tørvurin á hjálp longu er vorðin stórur. Fysioterapi eigur tí ikki bara at verða sæð sum ein útreiðsla, tá fólk eru vorðin sjúk ella hava mist førleika. Tað er eisini ein íløga [...] natúrligur partur av gerandisdegnum. Hjá teimum, sum longu hava hjarta- og æðrasjúku, kann fysioterapi vera ein týðandi partur av viðgerðini og hjálpa teimum at varðveita førleika og eitt virkið lív við
hvør tunna verður erstattað av einari aðrari. Leakage kann vera stórt, men ikki ein til ein. Minni útboð hækkar prísin, minkar um eftirspurningin og kann minka um leiting og nýggj øki, ið verða funnin. Tí [...] ella borivirksemi. Kann tað hugsast, at oljudreymurin, sum einaferð skuldi fíggja loysingina og nú sambært summum, ironiskt nokk, skal fíggja grøna orkuskiftið, bara er júst tað: ein dreymur? Er hesin dreymurin [...] ikki heldur møguleikan vera nóg áhugaverdan til at koma innar. Og tí okkara dreymur er so ótíðarhóskandi, at tað onga meining gevur. Gera vit tað ikki, ger onkur annað tað bara Ofta verður sagt, at taka
mangla. Í apríl fekk Anna Røskva boðini, hon skuldi vera við í sendingini. - Eg ferðaðist tá telefonin ringdi, eg hugsaði at hatta kann ikki vera tey, men so var. Anna Røskva er sera takksom fyri at hon bleiv [...] Røskva bakar einfaldar, og litríkar køkur. Henni dámar best køkur sum hava ein frískan smakk, og ikki eru ov søtar. Hon hevur lært nógv av at vera við í sendingini. - Eg eri blivin betur til at baka, og havi [...] við, hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift
seinking. Hagstovan bíðar eftir seinni skrásetingum og fráboðanum, serliga um flytingar, so uppgerðin verður so røtt sum gjørligt. Lutføllini eru tí roknað við akførstalinum 1. september býttum við fólkatalinum [...] prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst [...] ikki, um øll akførini eru í oynni dagliga. Hon vísir, á hvørjari oyggj akførini eru skrásett. Tað kann tí vera, at summi akfør eru skrásett í Fugloy, hóast tey ikki altíð standa ella verða nýtt har. ##med3##
onnur, sum vóru komin í somu støðu. Og Hans helt fram at vera virkin í Javnaðarflokkinum so leingi, sum heilsan loyvdi tí. Hann sat í floksleiðsluni heilt til í fjør. Tá fór heilsan at bila so mikið, at [...] fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann, sum gjørdist javnaðarmaður sum heilt ungur og helt fast við hugsjónina alt lívið. Ein mann, sum í meira enn hálva øld tók lut í arbeiðinum hjá [...] inum. Hans mintist sjálvur hesi árini sum eina livandi og góða tíð. Hann hevði eitt gott og tætt samstarv við Atla Dam, sum tá var formaður floksins. „Tað var so stórt álit millum Atla og meg,“ segði Hans
um ikki bara eitt turt skattamál. Tað er ein spurningur um, hvussu nógv vit veruliga vilja tað tónleikalívið, sum vit eru so skjót at vera errin av. Tað kann vera at avtaka MVG. Tað kann vera lægri MVG [...] lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar. Ella bara ein góð konsert ella tónleikur til ein veitslu. Tá ivast [...] 250? Tí kann fyriskiparin ikki bara hækka prísin, hvørja ferð útreiðslurnar hækka. Og onkur má gjalda rokningina, og sum oftast endar hon hjá teimum, sum standa á pallinum. Lat okkum fylla ein sal Lat
vaksnum lúsum, sum høvdu flutt seg sum vaksnar lúsir millum vertir. Tilsamans tekna hesar kanningar eina mynd av einum parasitti og einum smittusambandi, sum er nógv meira fløkt enn bara “ein lús á laksi” [...] fiskin, so vilja tær til endans byrja at gýta larvur út í havið, út í sjógvin. So kanska tær detta inn á fjørðin, og so eru tær í hesar vikurnar, har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða [...] verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg. So fært tú eina sjálvsmittu koyrandi í fullari ferð,