ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum, sum skulu til undirvísing. Hóast lesandi [...] sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi [...] ið. Hann leggur tó ikki upp til, at lesandi skulu fáa stuðul úr báðum skipanum samstundis. Fær ein ferðingina stuðlaða við ferðakorti hjá SSL, skal viðkomandi sambært hugsanini ikki eisini fáa hin fer
Løgmaður var í brúdleypi í Aberdeen, tá løgmanssteypið skuldi handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki. Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“ [...] siga teimum í Stjórnini, at eg hevði gjørt tað sama umaftur, skrivar hann. Løgmaður sigur, at tað sjálvsagt er í lagi, at hann verður viðgjørdur í sendingini. Men hann vil eisini hava rúm fyri familjuni [...] mítt starv í fullum álvara, men eg ynski eisini at seta tíð av til hátíðardagar í familjuni. Og til tey í „Stjórnini“, sum saknaðu hann við steypinum, hevur hann eina heilsan afturat: Hann skal handa lø
ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB [...] búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí heldur ikki stóran tørv á rentuhækkingum, er metingin hjá bankanum. Rentuhækkingin er í fyrstu atløgu galdandi fyri evrulondini. Danski Tjóðbankin [...] ger, at vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann. Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027. Tað veldst tó í stóran mun um, hvussu
læknum og brúkarum ikki eru tær bestu. Læknamiðstøðin varð bygd og tikin í nýtslu í 1980-árunum, og sambært kommununi eru krøvini til eina læknamiðstøð nøkur onnur í dag. Umboð fyri Sands, Skúvoyar, Skálavíkar [...] Skálavíkar, Húsavíkar og Skopunar kommunur eru við í arbeiðinum.
marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar saman. Hon skal í staðin vera líka natúrlig [...] legði í gjárkvøldið sína fyrstu faldtelefon – eina telefon, sum kann leggjast saman – fram Nýggi stjórin í Apple, John Ternus, legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia [...] framvegis bara ein lítil partur av samlaða heimsmarknaðinum fyri snildtelefonir. Apple kemur tí inn á ein marknað, har aðrir framleiðarar hava verið í fleiri ár, men har sølan enn er avmarkað. Samstundis hevur
gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti. Maðurin [...] høvuðsspurningunum í rættarmálinum var, hvat maðurin hevði sagt undir fyrstu avhoyringini hjá løgregluni. Í løgreglufrágreiðingini stóð, at hann hevði játtað, men hetta avvísti hann í rættinum. Verjin vísti [...] Maðurin var ákærdur fyri at hava sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og
at lógin kemur í gildi. Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur. Aldur skal sambært henni ikki í sjálvum sær kunna verða grundarlag fyri uppsøgn, um starvsfólkið [...] fram á arbeiðsmarknaðinum. Almenni fráfaringaraldurin varð hækkaður úr 67 upp í 70 ár í 2007 og síðan upp í 72 ár í 2022. Í 2025 varð hann avtikin. Men fleiri kommunur halda framvegis fast við ein fráf [...] kann halda fram og flyta seg í starvinum – ikki aldurin. Grannalondini hava í fleiri ár havt slíka lógarverju. Ætlanin eigur sambært løgtingskvinnuni at vera, at sama trygd skal galda á føroyska arbeiðsm
verandi fíggingarleistur fyri eldraøkið ikki longur er hóskandi. Kommunurnar í ymiskari støðu Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið skal fíggjast komandi árini [...] eistur ikki økir um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar. Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja [...] Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari skipan. Hann
eitt inntriv í sjálvsavgerðarrættin, tá persónurin ikki er førur fyri at geva samtykki. Sambært § 8 í tvingsilslógini skal hvørt einstakt mál leggjast fyri Føroya Kærustovn. Myndugleikin skal vísa á ein [...] Undir valstýrinum vísi eg á tørvin á at taka í nýtslu vælferðartøkni. Vælferðartøkni skal ikki koma í staðin fyri menniskjaliga umsorgan. Tvørturímóti skal tøknin taka sær av eftirliti og afturvendandi [...] eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, væntandi steðgar í 2027. Vandin er tí, at summar kommunur ikki megna vaksandi byrðuna, og at hetta fer at raka tænastuna. Í sendingini varð kjakast um fígging
onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at sperra kontuna. Síðani roynir hann at fáa fólk at flyta pengar fyri at forða [...] vend móti eldri fólki. Persónurin, sum ringir, tosar danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum [...] forða fyri, at kontoin verður misnýtt, ella at lán verður tikið í teirra navni. Talan kann vera um upphæddir á fleiri tíggjutúsund krónur. Tey fólkini, sum løgreglan higartil hevur tosað við, hava tíbetur