Vilhelm Weihe o.a. buðu Olafi at leggja eina ætlan til at seta hesar 10 trolarararnar i stand til fiskiskap við Føroyar. Henda royndin eydnaðist, og skipini vórðu rikin úr Runavík við Olafi sum stjóra á nýstovnaða [...] at enda vinnulívsmaður sum Olaf. -- Sjólívið og fiskivinnan vóru ein týðandi partur av lívinum hjá Olafi. Sum ungur fór hann fyrst sum kokkur og 5. maður við sandbáti hjá Dánjal Jákupi Jacobsen. So frægt [...] kjans sum lærari á Sjómannaskúlanum. Men starv á skúlabeinki var heldur fáligt hjá einum pressara sum Olafi Olsen. Í 1969 keyptu Olaf, tá 33 ára gamal, o.a. ídnaðartrolaran Vónina, sum eigararnir allir sigldu