ár Tað verður ein av allarstørstu føroysku rokkbólkunum, Moirae, ið hitar pallin upp til Queen Machine. Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Konsertin er somuleiðis eitt hátíðarhald [...] hátíðarhald av, at 30 ár eru liðin, síðan fyrsta útgávan hjá Moirae kom út. Í nítiárunum var Moirae sera virkin. Teir vunnu allar fyrstu Prix Føroyar kappingina og spældu bæði heima og úti, inntil teir á ólavsøku [...] Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki