sigur svenskur granskari sambært grein í Skúlablaðnum. Har verður greitt frá, at ljóðbøkur gerast alsamt vanligari í skúlum og heimum, men tær eiga ikki at koma í staðin fyri vanliga lesivenjing hjá børnum [...] Tärning, granskari í kognitiónsvísindum við Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra [...] á, at ljóðbøkur framvegis hava sítt virði. – Tær eru eitt gott ískoyti, men tær eiga ongantíð at koma í staðin fyri lesivenjing. Hon heldur eisini, at tað er umráðandi, at vaksin stuðla børnum, hóast lesing
fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá íslendsku sjóverjuni, varð umbønin sýtt við støði í einari váðameting [...] svaraði umbønini frá Bandero. Sambært honum bað skipið ikki um loyvi at sigla inn í íslendskt sjóøki, men um loyvi at leggja at í Faxaflóa. Eftir, at umbønin varð sýtt, bað manningin um eina nærri grundgeving [...] tóku tamarhald á tí. Myndatekstur: Íslendska Sjóverjan noktaði Bandero loyvi at leggja at í Faxaflóa við støði í einari váðameting. Mynd: Árni Sæberg/mbl.is.
hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice . Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland fór at koma undir amerikanskt
úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein [...] um hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt [...] varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er 6.468 dagar
FAB LAB í Vági stendur á odda fyri. Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti. FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst ávís tøkni, og í hesum sambandi [...] arbeiði og staðbundna nýskapan. Fab Lab Vágur er eitt skapandi og burðardygt prototypaLab í Suðuroy, har øll kunnu koma inn at brúka tøkni, so sum 3D-prent, laserskerara, CNC-maskinur og aðra talgilda fram [...] fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði. Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab
Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur [...] Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag. *** Eldraøkið hoknar. Í summar hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt
fullu í føroyskan lut. Føroyar komu afturum 12-6, men síðani raknaði Boas á Skipagøtu veruliga við og gjørdi 6 mál á rað fyri Føroyar. Føroyar komu innaftur í dystin og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum [...] tað ógvuliga avgerandi, tá Boas á Skipagøtu var jarðlagdur í púra fríari støðu. Dómararnir lótu tó ikki við seg koma, og Boas skuldi út at sita í trý álop fyri at hava verið tilsæddur á vøllinum. Ein lítil [...] skrivar: - U18-menn: Stórt comeback í javnleiki Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv
sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real [...] Nielsen á Facebook. Við støði í upplivingum frá vikuskiftinum, har hann bæði hitti fyrsta grønlendska yrkisfótbóltsleikaran, Nemo Thomsen, og var við til tiltakið Grønland í Tivoli, leggur hann dent á týdningin [...] USA fær enn eitt skot fyri bógvin hvørja ferð slíkar útsagnir koma. – Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava livað við hesum trýstinum í 20 mánaðir, og vit skulu halda fast við samskifti, samstarv og
vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við [...] væl, at vindmyllulundir vekja kenslur – eisini í Klivaløkshaga, har umráðandi fuglaøki eru í grannalagnum. Náttúruatlit skulu takast í álvara, og treytirnar í umhvørvisgóðkenningunum skulu haldast og eftirkannast
útgoldnan fyri luttøkuna í Arab Cup, sum varð spæld í Katar í desember 2025. Ali bin al-Hussein ger greitt, at jordanska fótbóltssambandið ikki fer at stuðla Gianni Infantino. – Í Jordan eru vit errin av [...] Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X skrivar hann, at Fifa hevði givið honum greið boð um, at tað fór at gagna jordanska fótbóltssambandinum, um hann alment stuðlaði Infantino. – Í fleiri mánaðir noktaði [...] trupult við at sleppa inn í USA undir HM, hóast teir høvdu atgongumerki til dystirnar. Harumframt varð Jordan, sambært honum, skattað av USA gjøgnum Fifa, meðan lið, sum høvdu støð í Kanada og Meksiko, sluppu