borgar fyri góðsku er alment kent. Hetta eru okkara bestu klassisku tónleikarar, og tað er við bivandi hjarta, at eg fari undir at skriva um tey. Hóast tey eru ómetaliga dugnalig, so er smakkurin ikki [...] saman. United Voices, Benjamin Petersen, Aldubáran, Hanus og danski trubadururin Sebastian gjørdu hvør í sínum lagi og onkra løtu saman, sítt fyri at gera løtuna minniliga fyri okkum, ið vóru komin saman [...] at vera størsti trupulleikin hjá United Voices, her vórðu eingi mark flutt. Kórið syngur væl. Hetta eru nakrar av fremstu røddunum á krisitiliga tónleikapallinum, men talan er ikki um eitt superkór í stíl
tey trúgvandi og samkomurnar saman sum einki annað og hevur havt stóran týdning fyri land og fólk okkara. Har eru mong lív bjargað, umbroytt og endurreist og mong heim signað. Mangir av trúboðarum okkara [...] á børnunum so nógv, at næstu árini var trupult at hýsa teimum, somuleiðis leiðarum og starvsfólki. Hvør krókur varð brúktur, enntá ovastaloftið. Húsið var 30×10 metrar til støddar í trimum hæddum. Brynleif [...] sum ókendum, eins og í dag. Frá byrjan vórðu mong børn frelst og halgaðu Harranum lív sítt. Í dag eru mong av hesum børnum sjálv bæði pápar og mammur, abbar og ommur, sum prísa seg lukkulig fyri hetta
Nøvnini eru eisini nógv, ið kundu verið nevnd, eitt nú Max Planck, Niels Bohr, Albert Einstein og fleiri, ið hvør sær legði steinar og klípi í tann vitanarvarðan, ið veksur støðugt. Hesi fólk og teirra [...] hentir eru 39 “kassar”, har ávís fyribrigdi eru gjøllari lýst, eitt nú tær klassisku átta gongustjørnurnar í okkara sólskipan, stjørnuskot, kikarar o.a.m. Vitsti tú t.d. hvussu nógv grundevni eru í men [...] millum vísindafólk neyvan eru førir fyri at fata tað til fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra
saman við øðrum røskum monnum, ið eru komnir til okkum fyri at fáa íløgur gjørdar í nýggjari skip fyri eldri. Hesi skipini og menninir eru nú læst føst, tí íløgurnar eru gjørdar saman við okkum. Lógarbroytingin [...] skip saman við serliga skiparum. Tað eru serliga partrolararnir og línuskipini, sum nú eru fangað í nýggju reglunum um nærstandandi. Tað, sum serliga er trupult, eru eigaraviðurskiftini í línuskipunum, [...] øll mett at vera nærstandandi og eru læst føst at kunna útvega fiskidagar og kvotur, sum onkur teirra hevur fyri neyðini fyri at yvirliva. Fiskidagarnir til línuskipini eru skerdir 60 % seinastu árini, og
almennan leiklut, so kendi eg tað sum eina sjálvfylgju at seta hesi orð saman. Eg taki tað sum rættiliga givið, at flestu tvøráfólk og suðuroyingar eru samd við mær í hesum. Tað er týðiligt at merkja, at allastaðni [...] Nú fær skaldið rætt. Tí hetta vóru vissiliga gleðistíðindi í einari tíð, sum í alt ov stóran mun eru nógv merkt av tíðindum, sum peika annan veg. Fyrst av øllum vil eg ynskja Deltamonnunum hjartaliga [...] og síðan tá hava teir havt virksemi í Sandoynni. Umframt at virksemið her á Tvøroyri er nógv útbygt hesi skjótt farnu seytjan árini, hava teir so eisini havt virksemi í Hvalba. . Tit hava í ríkiligt mát
Chicago. Í dag eru 830 rotaryklubbar har við einum limatali á næstan 22.000. Tórshavnar Rotary Klubbi, sum varð settur á stovn í 1968 og hevur 40 limir, sigur, at Rotary veitir vissu fyri, at hvør einasta króna [...] melduródnin Haiyan Filipsoyggjar og tók lívið av túsundatals menniskjum og gjørdi fleiri enn 600.000 fólk heimleys. - Vit hava gjørt av at stuðla tiltakinum hjá Rotary International til at hjálpa teimum [...] í verki. Rotary hevur klubbar í flest øllum londum í heiminum, og tí er lætt at koma í samband við fólk á staðnum. Hetta var eisini galdandi, tá stóri jarðskjálvtin rakti Haiti í januar 2010. - Tá veitti
eftir stóðu øll trý ørindini í sangbókini ”Noahs due”. Av teimum 225 sálmunum í hesi bókini átti Johan 14 teirra. Men í dag eru altso bert tveir av sálmum hansara kendir og brúktir í heimlandinum. Seinastu [...] tað hevur tú ikki rætt í. Skjótt eru vit báðir farnir og gloymdir. Men páskasálmur tín ”O, sælasta stund – ein finst líki” fer at liva langt aftaná at vit báðir eru farnir foldum frá. Johan Lunde fekk [...] nøkur orð saman um hesa stórhendingina. Neyvan mundi hann tá gruna, hvønn týdning og hvørja útbreiðslu hesi fáu orðini fóru at fáa. Fyri henda trúgvandi og brekaða tíðindamannin var týdningarmikið at fáa fram
hevði havt gott av. Tað vísir seg tíverri so, at eru tíðirnar nøkulunda, trýtur politiska dirvið til nýskipanir. Broytingar henda í dag, men hvørjar eru tær? Eru tær nú til frama fyri alt samfelagið? Nei, er [...] fór úr 3,2 mia. niður í 2,3 mia. hesi árini. Spart varð, har sparast kundi, rationaliseringar vórðu gjørdar umframt lønarafturhald. Alt hetta varð gjørligt, tí fólk sóu, at tiltøk vóru neyðug fyri at [...] seg skjótt, at tá óløguni fyrst í 90´unum fóru at skola inn yvir samfelagið, vórðu politikarar og fólk annars greið yvir, at nú skuldi tøkini takast. Løtan, hóast sera trupul á allan hátt, gjørdist lagalig
eini 8000 fólk eiga óðalsjørð. Festini eru eini 400 í tali. Rokna vit at kanska tvær atkvøður í meðal kenna seg at varða av hesi jørð, ja so eru kanska eini 17.000 atkvøður sum eru ónøgdar. Tað eru á leið [...] hevði fingið staðfest rættindir í ”Seyðabrævinum” í 1298. Har eru staðfestar greiðar reglur um – ja eisini gongd í haga! Hesar reglur eru framvegis galdandi, men nú ætlar Føroya Landsstýri at skerja o [...] nakað ferðafólk og føroyingar ynskja. Fyrst í 1300 árunum vóru helst ikki mong fólk í Føroyum. Jørðin var grundarlagi fyri at fólk komu at búleikast her. Tí eiga vit at fara væl um jørðina og ikki misnýta hana
tiltakið var hildið 1. september í fjør og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Her var talan bæði um vaksin og børn úr íalt 10 ymiskum londum. - Líkt var til at fólk hugnaðu sær almikið, og tí er einki at ivast í, at [...] fyrireikararnir, nú tey fara at møtast aftur leygardagin kl. 15. Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn. Hagtølini vísa, at eitt [...] verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan. Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn