afturhald livdu alt hetta áðurnevnda til fulnar! – Hvat hevði tað ikki havt við sær av sorgarleikum! Víst snáva vit øll í mongum, men haðani og til at hátíðarhalda tað, sum var ein av orsøkunum til, at [...] tað mong okkara, at ein prestur skal koma við slíkum útsagnum, sum eru so í andsøgn við tað, sum Harrin Jesus lærdi, tá ið Hann gekk her á fold. Og tað er sera álvarsamt, tá ið ein vegna teologiska tittul [...] tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott.” Men aftan á syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum. Umvendingarbann ”Eitt annað mál er eisini
ungar vórðu Jóhanna og Kims stuðlaðar at fara niður á skúlan á hetta skeiðið, og tær eru samdar um, at nógv kom burturúr. - Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini [...] eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú, vit lærdu nógv. Tær eru samdar um, at hetta var ein avbera góður og vælskipaður skúli; her var disiplin, og her vóru góðir lærarar. Um kostskúlan siga tær, at søguligu [...] seinasta ár varð alt hetta broytt, tí tá fingu tær ferðaskrivstovu at skipa fyri ferðini hjá vinkonunum. - Tískil fór vit í fjør við Riisrejser til Bornholm í seks dagar, og hetta var ein stak væleydnaður
vorðin nógv breiðari. Veltan er í dag bæði ein felagsskapur fyri fólk, sum vilja velta grønmeti til egið brúk, ein pallur fyri skeið, verkstovur og vitanardeiling og ein rødd í samfelagskjakinum um grønmeti [...] Eftir fáum árum var Veltan vorðið eitt kent navn, sum varð sett í samband við dygdargott føroyskt grønmeti. Úr umhvørvinum kring Veltuna spruttu eisini aðrar verkætlanir. Millum annað ein háskúlaverkætlan [...] apum varpað ljós á týdningin av at varðveita hóskandi dyrkilendi. Hetta gjørdist millum annað aktuelt, tá ætlanir vóru um at gera ein stóran veg í sambandi við kanningar til eina tunnilsverkætlan um økið
sterka ungdómskapping, har fleiri av fremstu ungdómsliðunum í Norðurlondum taka lut —————— – Hetta var ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum [...] Føroyska úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, ein javnleikur og tvey tap, ið samanlagt rakk til eitt tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini. Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska [...] dystinum í Invitational Cup 2026 tapti føroyska liðið 1-3 fyri svenska IFK Gøteborg. Føroyski málskjúttin var Kristjan Róksson. – At vit javnan fáa møguleikan at taka lut í slíkum kappingum, har krøvini eru munandi
kann vera ein, ið skipar fyri, samskipar, hjálpir til, stuðlar og annað. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn [...] inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin persónurin so sanniliga hevur uppiborið eitt herðaklapp. Viðkomandi, [...] sum vit nú fara at heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár. Hetta er eitt arbeiði, sum ávirkar flestu okkara, men sum vit ofta ikki geva okkum far um. Viðkomandi ger arbeiðið í tí stilla
ikki fram. Hetta var ein góður fundur og vit kendu á okkum, at málið var í góðum hondum. Til næsta fundin var okkurt broytt. Beinanvegin fundurin byrjaði, fekk eg fatan av at okkurt skifti var farið fram [...] fram. Tað vísti seg eisini at vera rætt. Hetta var ikki ein fundur, har vit vórðu hoyrd, og nú vóru øll okkara mótmæli til fánýtis. Vit skiltu, at nú var støða tikin í samgonguni og fjallasúkklubreytin skuldi [...] fundinum var undirritaði vegna ferðing ikki við, men sum eg havi skilt á okkara umboðum, so var hetta reint proforma. Tey vóru frá byrjan sett í verjustøðu og høvdu beinavegin ta greiðu fatan, at her var einki
óneyðuga strævið tað var at endurtaka og arbeiða við hond soleiðis dag um dag, til tað var kavað, fokið og fannað afturíaftur morgunin eftir. Soleiðis hugsar, venist og mennist ein komandi íbirtari, slóðari [...] Olaf var stillførur maður. Hann var kendur fyri sítt róliga og sáttliga lyndi og hevði ikki fyri neyðini at brúka stór orð ella gera nógvan háva um seg. Men aftan fyri stillføra huglagið og atburðin var [...] var ein maður við nógvari vitan, tilviti, drúgvum royndum á sjógvi og landi og greiðum hugsjónum. Hann var væl lisin, fylgdi væl við og varðveitti sín stóra áhuga fyri trúar- og vinnulívi og samfelagsv
uttan fyri Føroyar, og hetta er ein sera góður pallur at gera fólk kring heimin varug við tónleikin hjá Leu", sigur Glenn Larsen, leiðari av Faroe Music Export (FMX). Týskland er ein av størstu tónleikam [...] Týsklands at spæla. Eg havi júst spælt á Norden Festival í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum hjá mær nógv uppmerksemi og keypti nógv. So eg gleði meg og vóni at koma nógv oftari [...] føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg
verða lýst, áðrenn heimildin verður latin – ikki aftan á, tá ein kommuna hevur brúkt hana. Fyrst diagnosan – síðani viðgerðin Hetta er ikki ein grundgeving ímóti at regulera stutttíðarleigu. Men skal re [...] 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett á adressunum. Hini 541 vóru tøk meginpartin av tíðini, og eingin var skrásettur [...] sigur seg vilja føra ein virknan ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur. Men tað eru júst smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi
hann við sínum brennandi áhuga fyri bátum og bátabygging tikið stig til hetta einastandandi uppfinnilsið alla tíðina at hava ein nýggjan føroyskan bát í bygging inni á gólvinum í Borg. Tað er kollfirðingurin [...] fiskivinnu og so kappróður. Og so kunnu vit spyrja hví. Hví dregur Skálafjørðurin alt hetta virksemið til sín sum ein magnetur. Sjálvandi er Fjørðurin besta náttúruhavn í landinum. Men… RUNAVÍKAR KOMMUNA [...] Shipping ”Hav Leiti” til Søldarfjarðar, her fyritøkan hevur sítt høvuðssæti. Navigare Shipping er ein fyritøka, sum hevur sín uppruna og grundvøll í arbeiðssomum og víðskygdum fólkum hiðani av Fjørðinum