skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska kós fyri samtakið. – Rune hevur drúgvar leiðsluroyndir og holla vitan um banka-, tryggingar- og eftirlønarøkið. Eg kenni hann sum ein sera dugnaligan [...] starvsfólkunum – at styrkja raksturin og byggja eitt enn sterkari og meira framtíðartryggjað felag. Hetta er ein uppgáva, sum eg fari undir við virðing, ábyrgdarkenslu og eldhuga, sigur Rune Nørregaard. [...] eftirlønarnýskipanina hevði Rune Nørregaard ábyrgdina av at stovna lívstryggingarfelagið NordikLív, og var hann fyrsti stjórin í felagnum. Hann hevur eisini nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og
vorðin nógv breiðari. Veltan er í dag bæði ein felagsskapur fyri fólk, sum vilja velta grønmeti til egið brúk, ein pallur fyri skeið, verkstovur og vitanardeiling og ein rødd í samfelagskjakinum um grønmeti [...] Eftir fáum árum var Veltan vorðið eitt kent navn, sum varð sett í samband við dygdargott føroyskt grønmeti. Úr umhvørvinum kring Veltuna spruttu eisini aðrar verkætlanir. Millum annað ein háskúlaverkætlan [...] apum varpað ljós á týdningin av at varðveita hóskandi dyrkilendi. Hetta gjørdist millum annað aktuelt, tá ætlanir vóru um at gera ein stóran veg í sambandi við kanningar til eina tunnilsverkætlan um økið
Felags fyri røðurnar var myndin av einum glaðum, blíðum og fyrikomandi rennara, sum altíð hevur eitt gott orð til onnur. Jens varð lýstur sum ein fyrimynd fyri rennarar kring landið – ein lýsing, sum vit í [...] væl aftur. Jens hevur í nógv ár verið ein trúgvur partur av føroyska rennarumhvørvinum. Áðrenn renniskógvarnir gjørdust ein so stórur partur av gerandisdegnum, var tað serliga fótbólturin, sum fylti. Hann [...] Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs upp á 1:51:40. Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum í Føroyum
fyri andstøðuna. Í seinasta parti av kanningartíðarskeiðnum var munurin tó bara góð seks prosentstig. Ein onnur kanning frá Novus/TV4 vísir ein enn javnari dyst. Har er munurin millum blokkarnar bara 2,6 [...] og hava havt stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt um, at flokkurin ikki ætlar [...] Moderaterna og serliga Liberalerna. Magdalena Andersson hevur eisini ein trupulleika Sjálvt um andstøðan vinnur valið, er tað ikki givið, hvussu ein nýggj stjórn skal síggja út. Magdalena Andersson hevur sagt,
kann vera ein, ið skipar fyri, samskipar, hjálpir til, stuðlar og annað. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn [...] inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin persónurin so sanniliga hevur uppiborið eitt herðaklapp. Viðkomandi, [...] sum vit nú fara at heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár. Hetta er eitt arbeiði, sum ávirkar flestu okkara, men sum vit ofta ikki geva okkum far um. Viðkomandi ger arbeiðið í tí stilla
køld, tí tað var kalt í teltinum í apríl, tá fyrstu upptøkurnar blivu gjørdar. - Hini vóru køld, men hjá mær var passaligt. Nógvur spenningur Tað var nakað serligt at vera við í sendingini. Hetta er 15. árið [...] teirra var. - Hetta kom púra óvart, og eg var fyrst, men eg hugsaði at nú má eg vísa eg eri føroyingur, og taka tað róligt. Anna Røskva varð spurd hví hon skuldi vera við, - Eg svaraði at eg var glað fyri [...] við, hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift
hann við sínum brennandi áhuga fyri bátum og bátabygging tikið stig til hetta einastandandi uppfinnilsið alla tíðina at hava ein nýggjan føroyskan bát í bygging inni á gólvinum í Borg. Tað er kollfirðingurin [...] fiskivinnu og so kappróður. Og so kunnu vit spyrja hví. Hví dregur Skálafjørðurin alt hetta virksemið til sín sum ein magnetur. Sjálvandi er Fjørðurin besta náttúruhavn í landinum. Men… RUNAVÍKAR KOMMUNA [...] Shipping ”Hav Leiti” til Søldarfjarðar, her fyritøkan hevur sítt høvuðssæti. Navigare Shipping er ein fyritøka, sum hevur sín uppruna og grundvøll í arbeiðssomum og víðskygdum fólkum hiðani av Fjørðinum
ungar vórðu Jóhanna og Kims stuðlaðar at fara niður á skúlan á hetta skeiðið, og tær eru samdar um, at nógv kom burturúr. - Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini [...] eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú, vit lærdu nógv. Tær eru samdar um, at hetta var ein avbera góður og vælskipaður skúli; her var disiplin, og her vóru góðir lærarar. Um kostskúlan siga tær, at søguligu [...] seinasta ár varð alt hetta broytt, tí tá fingu tær ferðaskrivstovu at skipa fyri ferðini hjá vinkonunum. - Tískil fór vit í fjør við Riisrejser til Bornholm í seks dagar, og hetta var ein stak væleydnaður
lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar. Ella bara ein góð konsert ella tónleikur til ein veitslu. Tá ivast [...] broytt. Fyrr keyptu vit fløgur og plátur. Tú fórt inn í ein handil og rindaði kanska 150 krónur fyri eina fløgu hjá einum bólki, tær dámdi. Og hetta var høvuðsinntøkan hjá tónleikarum. Í dag streama vit fyri [...] føroysk mánaðarbløð ikki sleppa undan MVG eins og tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan. Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið
uttan fyri Føroyar, og hetta er ein sera góður pallur at gera fólk kring heimin varug við tónleikin hjá Leu", sigur Glenn Larsen, leiðari av Faroe Music Export (FMX). Týskland er ein av størstu tónleikam [...] Týsklands at spæla. Eg havi júst spælt á Norden Festival í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum hjá mær nógv uppmerksemi og keypti nógv. So eg gleði meg og vóni at koma nógv oftari [...] føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg