fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá íslendsku sjóverjuni, varð umbønin sýtt við støði í einari váðameting [...] svaraði umbønini frá Bandero. Sambært honum bað skipið ikki um loyvi at sigla inn í íslendskt sjóøki, men um loyvi at leggja at í Faxaflóa. Eftir, at umbønin varð sýtt, bað manningin um eina nærri grundgeving [...] tóku tamarhald á tí. Myndatekstur: Íslendska Sjóverjan noktaði Bandero loyvi at leggja at í Faxaflóa við støði í einari váðameting. Mynd: Árni Sæberg/mbl.is.
Annfinn Hjelm úr Havn. Hann hevur longu fingið málningin, sum hann saman við 10 ára gamla soninum Jógvani var og heintaði hóskvøldið. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini fer til vælgerðarendamál, og í sambandi við [...] millum øll atgongumerkini. Tey vitjandi kundu skriva navn og telefonnummar á atgongumerkið og leggja tað í ein “atkvøðukassa”, har tey lógu, til lutakastið var og tað eina atgongumerkið varð tikið úr kassanum [...] við at Lions Tórshavn í heyst hátíðarheldur 60 ára stovningardagin, verða latnar fleiri stuðulsveitingar, og millum annað er ágóðin frá ólavsøkuni við til at fíggja hesar veitingar. Lions Tórshavn takkar
fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn sunnudagin. Sambært danska verjumálaráðharranum varð semja fingin um at styrkja [...] eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan stigvíst skal hava størri nærveru í og kring Føroyar í samstarvi við [...] Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur, sum danska síðan tosaði um. Við Kringvarpið segði hann í gjár, at limirnir í Uttanlandsnevndini
Beint eftir klokkan níggju í gjáramorgunin vóru grindaboð í Nólsoyarfirði. Ein grind var sædd svimja stillisliga norður gjøgnum fjørðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Men grindin varð kortini [...] hildin til, og tað var hon ikki, tí at sýslumaðurin í samráð við grindaformann hevði gjørt av, at grindin skuldi ikki haldast til, tí nóg mikið er av grind í økinum.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Í gjár fekk løgreglan boð um ferðafólk, sum flugu við dronu við Grønaból norðan fyri Klaksvík. Vaktleiðarin sigur, at lógin um at flúgva við dronu kann vera [...] sum skulu haldast. Eitt nú við at flúgva yvir vegi, flogvølli, tyrlupalli og annað. Útlendingarnir í hesum føri gjørdu einki ólógligt.
fólkaskaði var. Óhappið hendi í Hjarðardali, har vegurin av Heltnini svingar oman móti Oyndarfirði. Í Havn vóru boð eftir løgregluni til ein fullan persón, sum lá og svav í miðbýnum. Har fór løgreglan framvið [...] framvið og fekk mannin á eitt stað, har hann kundi sleppa inn í hitan. Eitt minni ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum nakað norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi. Ein bilur bremsaði hart upp fyri einum [...] einum seyði, sum kom út á vegin. Tað varnaðist bilurin aftanfyri ikki nóg tíðliga, og tí rendi hann í bilin frammanfyri. Men skaðin var ikki so stórur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík. Í Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 [...] i á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54. V
at gera seinasta samdøgrið og havt ikki færri enn fýra persónar sovandi í brummunum á poltistøðini. Fyrsta var um húsaófrið í Havn. Men tað vísti seg tó, at óynskti persónur var farin avstaðaftur, áðrenn [...] sigur vaktleiðarin á politistøðini. Um 19 tíðina vóru boð eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn. Har var ein persónur, sum var týðuliga ávirkaður, sum rópti og skríggjaði, sigur vaktleiðarin. [...] persónurin var eisini hann tikin við á støðina og endaði í brummuni. Ein annars rættiliga uppfarandi persónur á sama skeinkistað tykstist at vera í so ávirkaður. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum til nærri
løgreglan boð um leysar gæs í Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan [...] Tað var vaktarmaðurin á einum gistingarhúsi í Havn, sum í nátt bað løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest [...] ein bilførara í Havn um midnáttarleitið, sum varð skuldsettur fyri at koyra áviraður av rúsevnum. Har var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini. Seinnapartin í gjár fekk løgreglan
Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind. Men framvegis verður mett, at havnarfólk [...] havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa. Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.