trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur [...] starvið við einari ætlan um, at alt skal broytast. – Eg vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu [...] hug at vera, eisini tá tey ikki skulu til venjing ella dyst. – Øll skulu kenna seg vælkomin. Børnini skulu kenna seg trygg, foreldur skulu kenna, at tey hoyra til, og venjarar skulu kenna, at teirra arbeiði
eyka útreiðslur við sær. Føroyar skulu eftir ætlan yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark 1. januar 2027. Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður ásett, hvørjir føroyskir [...] eisini upplýst, hvat danska Sundhedsstyrelsen brúkar til hesa uppgávuna. Sambært Sundhedsstyrelsen verða umleið 940.000 krónur um árið brúktar til arbeiðið við váðameting av nýggjum rúsevnum, eftirliti [...] føroyskir myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum. Millum annað verður danski heilsumálaráðharrin skiftur út við føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska S
høvuðsstaðnum varð landsins størsta tjóðarflagg vundið á stong undir einum almennum hátíðarhaldi. Flaggdagurin verður hildin 23. august á hvørjum ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður [...] Ukraina. ##med2## Ukrainski tjóðarflaggdagurin varð settur á stovn í 2004. Dagurin sipar millum annað til 23. august 1991, tá ein bólkur av tjóðartingslimum bar blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska [...] tekin um ukrainskt sjálvræði, mótstøðu og samanhald. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var við til hátíðarhaldið í Kyiv saman við ukrainskum hermonnum, politikarum og útlendskum gestum. Við hátíðarhaldið
samstarvsfelagi hjá Zelenskyj, men í juli varð hann koyrdur frá sum verjumálaráðharri. Tá hevði hann bara sitið í sessinum í seks mánaðir. Avgerðin elvdi til stór mótmæli fleiri staðni í Ukraina. Útsøgnin hjá Fedorov [...] – Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í [...] sambært AFP. Útsøgnin kemur eftir, at fyrrverandi verjumálaráðharrin Mykhajlo Fedorov týsdagin mælti til, at ukrainar skulu sleppa á val, hóast kríggið framvegis leikar á. – Fólkaræðið kann ikki haldast sum
n 196 ríkisdagsessir til andstøðuna og 153 til stjórnargrundarlagið. SVT vísir á, at eingin svensk stjórn áður hevur megnað at vunnið inn aftur so stóran mun so stutt undan einum vali. Andersson nógv størst [...] kriminalitetur Valstríðið snýr seg millum annað um livikostnaðin, búskapin, kriminalitet, innflyting, orku og trygdarpolitikk. Valstríðið varð kortini fyribils sett til viks fríggjadagin eftir álvarsliga s [...] flokkarnir á stjórnarveinginum – Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna – fáa til samanberingar 43,9 prosent. Munurin er sostatt heili tíggju prosentstig. Verian-kanningin varð gjørd
bókini greiðir Charles Spencer millum annað frá uppvøkstrinum saman við Dianu. Tey vóru yngstu børnini í Spencer-familjuni og vóru sera nær knýtt. Tey kallaðu hvørt annað loyniliga fyri »Duch« og »Carlos« [...] hann sá systur sína brúka støðu sína til at varpa ljós á fólk, sum annars ofta vórðu gloymd, samstundis sum hon sjálv livdi undir einum støðugt vaksandi trýsti frá miðlunum. Diana doyði 36 ára gomul í [...] og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði. Charles Spencer sigur, at nú 30
rna við Magdalenu Andersson á odda. Flokkurin stendur til 30,5 prosent av atkvøðunum. Magdalena Andersson var forsætisráðfrú frá november 2021 til oktober 2022. Hon mátti lata Ulf Kristersson sessin eftir [...] er tíggju prosentstiga munurin í nýggjastu SVT-kanningini stórur so stutt undan einum vali. Valstríðið snýr seg millum annað um livikostnaðin hjá svium, kriminalitet, tilflyting, trygd og orku. Fyri Magdalenu [...] nningini, sum varð gjørd 3.–16. august millum umleið 3.000 veljarar, og Demoskop-kanningini frá 29. juli til 10. august. ##med4##
og skapa smidligar leiðir inn í úrvalsítróttin. Høvuðstilmæli IDAN mælir millum annað til: at hækka og tryggja fígging til úrvalsítrótt í fleiri ár at stovna føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og [...] Klaus Nielsen, professari emeritus á Birkbeck, University of London, hava gjørt greiningina. Frá góðum úrslitum til eina sterkari skipan Sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og eftirlagingarføri [...] kappingarumhvørvið ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Fráfallið í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Í einum so lítlum samfelagi hevur
rin úr Íslandi er vaksin 278 milliónir krónur eftir einum ári. Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya fyri 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2025 til juni 2026. Ísland er sostatt landið uttan fyri ES, haðani [...] krónur, svarandi til 3,1 prosent. Nøgdin av innfluttum brennievni minkaði kortini við nærum 29.000 tonsum. Í juni var miðalvirðið á øllum innfluttum oljuúrdráttum 6,20 krónur fyri kilo. Til samanberingar [...] milliónir frá oljuúrdráttum, meðan innflutningurin av akførum vaks góðar 132 milliónir krónur. Úr evropeiskum londum uttan fyri ES vaks innflutningurin góðar 312 milliónir krónur. Hetta stavar serliga frá dj
hvør sínum leikluti. Endamálið er, at ung kunnu fáa hjálp og stuðul á einum tryggum og lætt atkomiligum staði, og at skapa brúgv til bústað, heilsutænastur, viðgerð og onnur sosial tilboð. Sum partur av [...] vnd sett við umboðum frá øllum pørtunum. Nevndin skal saman við leiðaranum virka fyri, at tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið riggar, og hava ein ráðgevandi leiklut í mun til innihaldið og kósina í [...] stuðul og virka út frá staðnum við uppleitandi arbeiði. Tilhaldsstaðið er samstundis ein liður í einari størri heild. Álitið um endurskoðan av RÓWT leggur dent á, at ymisku tilboðini til málbólkin skulu spæla