italski staturin keypti málningin Ecce Homo eftir Antonello da Messina fyri umleið 15 milliónir dollarar. Antonello da Messina varð føddur umleið 1430 og verður roknaður millum týðandi málararnar í italsku
Trump er skuldin vaksin 11,6 billiónir dollarar. Tað svarar til umleið 74 billiónir krónur. Undir teimum fýra árunum hjá Joe Biden vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar – næstan 54 billiónir krónur. Skuldin [...] Samlaða ríkisskuldin hjá USA er nú farin upp um 40 billiónir dollarar. Tað vísa nýggj tøl, sum amerikanska fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi mikudagin. Ráðið dagførir skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum
sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn [...] koma í gildi. Kalifornia, sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri
Trump-stjórnin fyrireikar eina skipan, har fýra milliónir amerikanskir dollarar – umleið 26 milliónir danskar krónur – skulu latast miðlum og journalistiskum verkætlanum við konservativum og høgravendum [...] til málið fyri Reuters. Stuðulin er partur av einum størri pakka upp á í minsta lagi 25 milliónir dollarar til konservativar felagsskapir og verkætlanir í Evropa. Sambært Reuters verður skipanin umsitin [...] transatlantisku bondini og verja talu- og pressufrælsið. Sambært ætlanini skulu tríggjar milliónir dollarar brúkast til verkætlanir, sum kanna og lýsa tað, sum stjórnin metir vera demokratiska afturgongd
apríl í 2023 álegði ein dómstólur í Haag Russlandi at gjalda ukrainska Naftogaz 4,22 milliardir dollarar, umframt rentur og rættarmálskostnað fyri virðir, sum Russland tók, tá landið hertók Krim-hálvoynna
av Brent-ráolju farin upp um 100 dollarar fyri fyrstu ferð síðan 24. juli, skrivar Reuters. Áðrenn stríðið í Miðeystri byrjaði, lá prísurin á Brent-ráolju um 70 dollarar fyri tunnuna. Síðan er hann í løtum [...] løtum farin upp um 120 dollarar. Frank Øland, høvuðsstrategur í Danske Bank, ávarar um, at oljuprísurin kann halda fram at hækka. – Seinastu 14 dagarnar er oljuprísurin hækkaður munandi. Herðist stríðið
Oljuprísurin er seinnapartin í dag farin upp um 105 dollarar fyri fatið. Hetta er mesti prísurin síðan í mai í ár. Orsøkin er ótryggleikin í Hormussundinum saman við minstu oljuframleiðslu í Saudi Arabia