Atlantic Petroleum boðar frá, at framleiðslan á Orlando-oljuøkinum í bretska partinum av Norðsjónum er endaliga steðgað. Boðini koma, eftir at bretska orkufelagið Serica Energy hevur upplýst, at framleiðslan [...] at umvæla skipanina, tí Ninian-pallurin, sum Orlando er knýtt at, verður tikin úr rakstri í 2027. Atlantic Petroleum seldi sín ognarlut í Orlando í 2017, men hevur framvegis fíggjarlig rættindi gjøgnum avtalu [...] , sum hava verið treytaðar av framleiðsluni á økinum. Nú eingin framleiðsla verður aftur, metir Atlantic Petroleum, at nærum alt virðið av hesum rættindunum er farið. Tí væntar felagið at niðurskriva virðið