Javna umboðanin hevur nógv at siga, tí vit skulu skapa eitt samfelag, har vit øll trívast, gera okkara skyldur og krevja okkara rættindi. Kvinnur fáa í dag færri børn. Vit hava kvinnuundirskot. Og kvinnur hava [...] aftureftir fyri at finna feilir, fyri at finna orsøkir og fyri at finna syndarar. Feilir eru gjørdir. Ongin ivi um tað. Men okur byggja onki upp við at stara eftir hesum. Feilirnir skulu viðgerast, so vit kanska [...] dagar og ár seinni, hevur slóðað fyri kvinnum í tingsalinum. Marita Petersen var ein fyrimynd fyri nógvar kvinnur. Tað er hon enn í dag. Og fyrimyndir hava stóran týdning. Vit skulu ikki gloyma, at tað eru
Øll minnist vit væl tíðina, tá Delta varð stovnað aftur í 1995. Tað var í tí djúpastu fíggjarligu kreppuni, hetta landið hevur upplivað í nýggjari tíð, at hesir menn settu sær fyri at skapa virksemi. Beint [...] kreppuni í fullkomnum vinnuloysi, og tí fylti hesin trupulleiki nógv eisini politiskt. Tá var tað, at vit politiskt snikkaðu til ein loysn, sum fekk navnið Sandoyarloysnin. Men uttan dugnalig vinnulívsfólk [...] hevur fingið eyguni á fólkunum í felagnum Varðanum at hyggja henda vegin. Ivaleyst hava menninir aftan fyri Varðan sæð okkurt av sær sjálvum í virkseminum hjá Delta. Teir hava dugað at sæð, at her er eitt virksemi
Uppboðssølan og ein vánalig stýring av fiskivinnupolitikkinum. Fiskivinnan má hava greiðar og tryggar karmar fyri at kunna reka sítt handilsvirksemi, men tað hevur hon ikki, sum nú er. Ístaðin er ein uppboðsøla [...] og ein fiskivinnupolitikkur, sum er fullkomuliga ógreiður, har vit hava sæð fiskimálaráðharran útsett hesar dýru uppboðssølurnar dagin fyri, at tær skulu verða, eins og tað bara var ein kaffimunnur millum [...] út, og grundarlag at fremja ábøtur á fiskiflotan, og hon legði afturat, at har er nokk av kvotu til fyri at halda einari fiskivinnu uppi á einum høgum støði. Jú, blind høna finnur eisini korn, og javnaðarfólk
tí skula vit gera eina skipan, har barnið er í miðdeplinum. Tíðligahjálp er sera umfevnandi, men merkir í stuttum, at møta barninum har tað er og geva tí ta hjálp og karmar, tað tørvar fyri at menna sínar [...] sínar íbornu gávur! Vit skula burtur úr kassahugsan til at síggja einstaka barnið. Fyri at røkka málinum skula øll, ið eru um børnini spæla við. Hettar er eitt av mínum hjartamálum. Vinarliga Bjørg Dam
sovorðið ússaligt lív, bara fyri at tú ikki skalt betala meira enn ein dollara ella tveir fyri 5 ella 8.” Hon steðgar á, snerkir, sum sær hon myndirnar frá dokumentarsendingini fyri sær. “Niclas hevði skrivað [...] at…at man má liva tætt at síni intuitión, og tað má man serliga, tá ið man skal skapa nakað, tí fyri nettup at kunna skapa, so mást tú føla tað, sum er har, tað stoffið, sum tú vilt brúka. Veist tú hvat [...] onkuntíð…fyri frið skyld tú veist.” “Men er tað so ikki næstan sum um okkurt brotnar innií ?” Eg hoyri ikki ordiliga, hvat tað er eg havi spurt, fyrr enn hon hyggur kátoygd uppá meg, og so flenna vit báðar
til føroyskt er jaligur. Tað er ein greið fyritreyt fyri, at málið hevur lív lagað. Fyri meg er stóri vandin, at føroyska málið verður brúkt til at skapa gjáir millum vaksin og ung. Tað ríkar ikki málið eftir [...] við at menna føroyskt mál í tøknini, sum vit brúka hvønn dag. Við at halda áfram við at stimbra undirvísingina í føroyskum - eisini fyri tilflytarar. Og skapa fjølbroytt tilfar - barnabøkur, skaldsøgur [...] føroyskt fátækari. Eg haldi, at vit skulu vera fegin um málmenningina í Føroyum. Føroyska málið er ikki hótt beint nú, sambært nýggjari kanning. Men tað kann tað verða. Og um vit veruliga vilja, at føroyska
undir, og tí mugu vit fáa ein stásiligan og hóskandi Tjóðpall beinanvegin. Vit eiga at útbyggja mentanarlívið í kommununi og seta mentan og list á breddan og skapað teimum góðar karmar at virkað undir. [...] sýningina, tí útselt var. Og har sótu vit so, nøkur fá tandur kleimd saman aftast í Perluni til hendan góða og meistarliga væl framførda leik. Sjónleikur á so høgum støði, sum vit altíð síggja frá teimum á Tjóðpallinum [...] ger einki fyri at menna hetta so týdningarmikla økið. Tó, kortini ikki heilt einki. Tað seinasta er, at landið hevur skorið stuðulin til Mentunargrunnin við einum fimtingi. Eg vil virka fyri at mentan
skuldi fáa eitt heim í Føroyum. Í 1948 stovnaði Føroya Løgting Føroya Almenna Listasavn við tí fyri eyga at skapa eitt alment savn av list í sínum egna bygningi. Hesi bæði søvn - hjá Løgtinginum og Listafelag [...] lítil og hevur mongu seinastu árini likið í eyri og seyri, so stórur vandi er fyri, at virðismiklu listaverkini fara fyri skeytið. Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag. 6. Málnevnd varð [...] samfelagnum, sum nú er vorðið heimskent fyri sína rundkoyring undir havsins botni. Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag. 8. Móti endanum kundu vit so kveitt at okkara ríkisrættarligu støðu
Samstundis sita tær fittu stýriskvinnurnar sita sum bitið í lort – ‘hví skulu vit halda lóg og karmar?’ – hugsa tær. Vit í fíggjarnevndini, ið duga at hava oyrini úti, vistu sjálvsagt, at skilið var ringt [...] mátan hjá Tórbjørn Jacobsen at gera vart við tørvin við tann levind og gang fyri opnari mikrofon; Tobbi megnaði soleiðis at forða fyri, at verjuskipini brendu síðstu oljuna undan næstu tingsetu. Helena boðaði [...] førdur í gerðabók fyri at hava tikið undir við skjalinum. Síðani stungu kammeratarnir høvdini saman, og nú slongdust tonglarnir í briminum – og ikki bara brutu teir stýrisskipanarlógina fyri sær, meirilutin
tíðarskeiðið tá vit fingu okkara karmar uppá pláss. Banka- og Sparikassalógin, partafelagslógin osv. komu í gildi tá hetta tíðarskeiðið byrjaði, og vit brúktu árini fram til 1998 at fylla hesar karmar út. Sparikassin [...] uttanlands, men kanska var tað serliga ein “eye opener” fyri tí hugburði, sum íslendskt vinnulív stendur fyri – og sum eg havi sera stóra respekt fyri. Tá vit byrjaði íløgurnar í Kaupthing í 2000 vóru tað fá [...] teirra álit. Og tú handlar. Eg veit ikki um vit eru so nógv verri enn onnur – men vit hava í Føroyum ofta lyndi til at tosa um hvat vit áttu at gjørt og hvat vit ætla at gera – men ofta mangla handlingarnar