Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði [...] Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði. Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í morgin - fríggjadagin hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið [...] skipa soleiðis fyri, at siglt verður undir brúnni á fallandi ráki og kyrrindum. Sambært skránni fyri Regatta, savnast bátarnir, sum eru við í siglingini av Eiði, norðanfyri brúnna við Streymin klokkan 13.30