norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið [...] Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi [...] størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023
Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk- [...] hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga [...] orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar. Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd. Russiska
fólkapensjónsaldri og hava fulla skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini. Pengarnir skulu gjaldast [...] ður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Øll, sum ikki hava rokkið fól [...] eftirlønarveitara við heimstaði í Føroyum. Spyr um íløgur og gjøgnumskygni Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í. Hann vil eisini vita, um krøv
sendiharrin í USA, Olha Stefanisjyna, er farin úr starvi. Tað sæst í einum forsetakunngerð, skrivar Reuters. Stefanisjyna hevði verið sendikvinna í Washington í nærum eitt ár. Tað hevur tó í fleiri vikur [...] formligar skuldsetingar eru reistar móti henni. Broytingin kemur eftir, at Zelenskyj í síðsta mánaði gjørdi eina størri umskipan í stjórnini. Sambært Kyiv Independent verður eisini væntandi ein størri útskifting [...] forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni. Í august byrja tilsamans 20 hold í føroyskum sum annaðmál, FSA, fyri vaksin [...] Føroyamálsdeildin bjóðar skeið út í vár og heyst í ár fyri at menna verandi undirvísarar og útbúgva nýggjar, og ætlanin er eisini at bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Harumframt verður møguligt [...] árini, kann verða neyðugt við størri játtan til fleiri skeið. 298 lærdu føroyskt í vár Á várskeiðunum í 2026 vóru 298 næmingar. Í juni stóðu 175 teirra roynd á einum av teimum fýra málstigunum. 57 stóðu A1-stigið
var í flogfarinum, og týskvøldið frættist eisini, at flogfarið varð farið avstað aftur úr Russlandi. Hetta var eftir øllum at døma fyrsta ferðin hjá CIA-leiðaranum, sum tók við í januar í fjør. Í november [...] kunnaði ikki ES um vitjan sína í Russlandi týsdagin. Tað veit talsfólkið hjá ES-nevndini, Paula Pinho, at siga. Tá eitt amerikanskt hernaðarflogfar lendi í Moskva týsdagin, var í fyrstani ikki greitt, hvør [...] november í 2021 fór táverandi CIA-leiðarin, William Burn, til Russlands at hitta russiska forsetan, og her ávaraði hann Vladimir Putin ímóti at gera innrás í Ukraina. Í Kreml verður váttað, at John Ratcliffe
tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice . Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland
Í august vórðu 29 nýggj Toyota-akfør skrásett í Føroyum. Tað er næstan tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum [...] fleiri enn Renault higartil í ár og 81 fleiri enn Nissan. Serliga merkisvert er eisini, hvussu væl Renault stendur seg. Renault er næstmest selda akfarsmerkið í Føroyum higartil í ár, hóast merkið ikki er [...] mest seldu í august. Akstovan hevur tøl fyri mest seldu akfarsmerkini heilt aftur til 2008, so gongdin kann eisini samanberast við undanfarin ár. Toyota er mest selda akfarsmerkið í Føroyum bæði í august og
somuleiðis avbrotið eina ferð í Íslandi og fer heim til Noregs, og uttanríkis- og verjunevndin hjá Stórtinginum avbrýtur eina ferð í Suðurkorea. Norskir biskupar, sum eru staddir í Róm, hava eisini avlýst restina [...] Norska kongshúsið kom í morgun við nýggjari og álvarsamari fráboðan um heilsustøðuna hjá Haraldi kongi. – Heilsustøðan hjá Hansara Hátign Konginum er sera álvarslig, sigur kongshúsið í stuttu fráboðanini [...] innlagdur á Rikshospitalet í Oslo síðani 17. august. Sunnudagin varð upplýst, at støðan var versnað um vikuskiftið, og at kongurin fekk antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum. Mánadagin var støðan
Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarð [...] jarðskjálvtarnar í Venesuela. Skótahjálpin er skipað soleiðis, at á hvørjum ári letur Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir – eina í Føroyum og eina í útlondum. Harumframt verða í minsta lagi [...] inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári, so í næstum fara skótar aftur at ganga hús í hús at savna inn pening til Skótahjálpina.