varð samtykt mikukvøldið, er hosufóðring av kloakkum fyri 7 milliónir krónur. Við hosufóðring verða nýggjar leiðingar lagdar inn í verandi leiðingar, og er hetta væl bíligari enn útskifting av leiðingum [...] 300.000 krónur. Spillvatnsrenslið í Tórshavn er lagt 1 m undir lægstu fjøru. Hetta er sambært áseting og orðing í spillvatnskunngerðini, men í summum førum er 1 m ikki nøktandi. Skrásetingarnar skulu staðfesta [...] fyrstu tvey árini, eftir at hon varð løgd, og neyðugt er at kanna standin á leiðingini gjølla, áðrenn hon verður longd. Samskifti er við fyritøku um kanningararbeiðið. Tvær milliónir krónur eru játtaðar
altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn [...] felag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett [...] Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum
fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk, og tilsamans er talan um fleiri enn 340.000 limir. - NTF samstarvið fevnir um flest øll Norðurlond, og tað er her, at næstan allur okkara flutningur fer og kemur [...] - Heri Reynheim er nýggjur limur í stýrisbólkinum fyri speditión og goymslu í norðurlendsku flutningsarbeiðarasamgonguni, NTF. Hetta er greitt eftir aðalfund í NTF í síðstu viku. Soleiðis skrivar Havnar [...] var í fjør heyst, at Verkafólk gjørdust limir í Nordic Transport Workers Federation, stytt NTF. Hetta er samgonga hjá øllum teimum norðurlendsku arbeiðarafeløgunum og tískil ein sera umfatandi og sterk
seks málsetningar fyri útoyggjarnar. Fyrst ein yvirskipaðan málsetning um at orða eina framtíðarhugsjón við breiðari politiskari semju um, hvønn leiklut útoyggjarnar hava í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni [...] smálutum týdningarmestu avbjóðingarnar og menningarmøguleikarnar á føroysku útoyggjunum. Tvørtur um øll evni er ein felags og grundleggjandi trupulleiki eyðsýndur: avmarkaðu samferðslumøguleikarnir millum [...] arbeiði, ganga í skúla ella taka lut í samfelagnum á nøktandi hátt. Hetta rakar eisini trivnaðin, heilsutænasturnar og vinnuligu menningina. Um ikki samferðslan gerst betri, verður torført hjá øðrum viðurskiftum
sínum málsøki. Hetta er neyvan komið fyri áður, og er tað sera jaligt. Sambært landsstýrinum er tíðin nú komin til, at javnstøðumál veruliga gerast felagsábyrgd. At vit øll skulu vera “saman um javnstøðu” [...] krevst, at samfelagið er felags um eisini at fremja javnstøðu. Tí mælir javnstøðunevndin til, at nýggja lógin skal fevna um ásetingar um krav til arbeiðsgevarar og almennar stovnar um at virka fyri javnstøðu [...] 1994, er mestsum forboðslóg burturav og hevur sum endamál at beina burtur allan mismun vegna kyn. Hóast ásetingar um at forða fyri kynsmismuni eru alneyðugar, so er tað ein sannroynd, at tað er ikki nóg
tíðargreinina: Eg eri ikki bilsin um, at Mette Frederiksen ikki vil standa við sínar orðingar um trý lond í ríkissamstarvi á jøvnum føti og heldur ikki vil orða setningin um virðing fyri føroyskum sjálvsa [...] hjá grønlendingum til sjálvar at taka avgerðir um, hvussu Grønland skal skipa síni viðurskifti í framtíðini, snýr tað seg ikki um grønlendsk áhugamál, men um at at verja territoriala valdið hjá Danmark. [...] kroysta Danmark, siga tey, tí avgerðin um framtíðina hjá Grønlandi liggur í Nuuk. Tað er nógv truplari hjá einum risa at gera seg inn á fámenta upprunafólkið í Grønlandi enn at trýsta eina gamla danska kolonimakt
fegnast um, at Fjarhitafelagið er sloppið undan oljunýtsluni, sum var neyðug, meðan stórar útbyggingar fóru fram í fjarhitaskipanini árini 2016-2023. - Eg veit væl, at tað framvegis er kjak um, hvussu [...] var seinni víðkað til eisini at fevna um økið Undir Kongavarða. Síðani 2016 er talið av fjarhitakundum økt við umleið 800 – úr gott og væl 1000 upp í 1950. Talan er um bæði húsarhald og vinnulív. Í 2024 komu [...] Talan er um sterk og haldgóð rør, og sostatt heldur skipanin nógv ár fram í tíðina. Harumframt verður sjáldan staðfest brek í skipanini. - Hendingaferð staðfesta vit brek í skipanini, tvey-trý brek um árið
javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna [...] vøkstur í krónum og lutfalsliga er hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Tær áttu 40 prosent av samlaða vøkstrinum við 276 milliónum krónum, sum er ein vøkstur við 8,7 prosentum [...] Hagstovan: Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í "Heilsu- og almannaverki" og í "Almennari umsiting og verju". Knappar 690 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar
Hansen. Hann leggur afturat, at Brasil er ein góður møguleiki, sum legst afturat verandi marknaðum í Suðurevropa, men at tað í síðsta enda tó er ein spurningur um prís. Landagóðkenningin kemur eftir, at [...] Jógvan Hansen er formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, og hann sigur, at felagið hevur arbeitt saman við føroysku myndugleikunum í 10-15 ár fyri at fáa eina landagóðkenning. "Ein landagóðkenning er fyrsta fortreyt [...] yvirhøvur kunnu útflyta føroyskar fiskavørur til Brasil. Tí eru vit sera væl nøgd við, at hetta týdningarmikla stigið loksins er komið upp á pláss" , sigur hann. Stóru r áhugi fyri saltfiski Serliga føroyskir
Arabo, stjóri í Samtaki. Um FRAMTAK: FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið [...] Tíðindaskriv: Hetta er væl oman fyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá FRAMTAK í 2023 14,1 mió kr., sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast [...] kr. Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist í 2024. Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi.