hann, at kann tað prógvast, at tað er eitt tap uppá hvønn einkultan kunda, sum er størri í Føroya Banka enn í Sjóvinnubankanum, so vil Den Danske Bank endurrinda hetta tapið. Eisini sigur hann, at tann [...] lata vit hurðina upp, soleiðis at er tað eitt tap uppá kundarnar í Føroya Banka sum er størri enn tapið uppá kundarnar í Sjóvinnubankanum, so eru vit til reiðar tosað um tað, segði Peter Straarup. Í hesum [...] Danske Bank út eina frágreiðing, sum er teirra svar í málinum um partabrævaumbýti í teimum føroysku bankunum. Har verður m.a. nevnt, at bankin er sinnaður at tosa um endurgjald.
ella rættari sagt góðtikin frá føroyskari síðu. Tað arbeiðið er sostatt eftir enn. Í frágreiðingini er nógv, sum bendir á, at talan hevur verið um eina væl fyriskipaða danska ráðagerð ímóti okkum føroyingum [...] røddir eru frammi við ábendingum um, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri danska embætisverkið. Møguleikin fyri eini tænastumannakanning av embætisverkinum er nevndur. Hetta haldi eg vera sera rímuligt og [...] Føroyum eru sera ivasamir. Tí spurningurin er hvør skal reisa endurgjaldskravið ímóti danska stórbankanum. Formliga er tað Fíggingargrunnurin frá 1992 sum er snýttur. Men hinvegin spældi formaðurin í grunninum
sanniliga er hópur av góðum granskingarevnum at taka av. Eitt, ið kanska hevði verið enn meira áhugavert enn omanfyristandandi uppskot, er eitt alt ov lítið troytt granskingarevni í Føroyum. Hetta kallast [...] eftir ár ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, um hann kann halda fram, skal flyta, ella onga játtan fáa? 2. Hví hevur HF-Skeiðið í Klaksvík verið nærum niðurlagt einaferð um árið hesi seinastu mongu [...] Uppskotið snúði seg um at fáa gongd á granskingina av føroyskum skúlaskapi. Undirritaði tekur fult undir við hesum frálíka uppskoti. Innan gransking er tað vanliga soleiðis, at týdningarmikið er at finna økir
Harafturat siga teir, at talan var um ein handil við Fíggingargrunnin og ikki við Føroyar. Hóast tað er bankin sinnaður til, at tosa um eitt møguligt endurgjald til føroyingar, um tað vísir seg, at tapini uppá [...] við útkastinum til avtaluna nógv meiri enn upprunaliga var ætlað. Til tað svarar bankin, at teir ikki kunnu góðtaka hesa niðurstøðu. Teirra uppfatan var, og er enn, at málið hevði sera stóran skund. Føroyski [...] gekk, og kundi bert rættast uppaftur um báðir bankarnir vórðu samanlagdir. Niðurstøðan hjá Den Danske Bank er tí, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tað tí ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi
betri samstarv enn um talan var um eitt gigantiskt felag. Stjórin í Dana Petroleum er Charles Smith, sum er fyrrverandi stjóri í oljufelagnum Chevron. Ein annar av oddamonnunum í Dana er Tom Cross. Uppá [...] undigrundini! -Avgjørt ikki. Tað er nettup tí, at bert hálv mill. kr. er sett í felagið. Ætlanin er at arbeiða spakuliga víðari, nú eftir at felagið er stovnsett. Málið er at fáa eitt føroyskt felag, sum [...] oljufelagnum. Tað eru bretar, sum standa aftan fyri hetta íløgufelagið men ætlanin er, at eisini føroyingar skulu vera við sigur Nils Sørensen. -Men er hetta bara søgan umaftur sum vit kenna frá fiskivinnuni
tað, sum er so virðismikið fyri at kunna eiga henda eginleika, er júst hetta, sum er so týdningarmikið fyri eitt og alt, ið skal mennast og byggjast upp, nevniliga virðingin fyri øðrum. Hetta var so eisini [...] virðing fyri øðrum. Sosialurin átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í dag. Góði Krisjan, tøkk fyri tað tú hevur [...] eisini er við í onkursvegna, Krisjan! Minnini um teg fara at liva víðari millum okkum øll. Nøkur góð og sera livandi minni. Tað er serliga ringt hjá tykkum, Karlu og børnunum og Edith at missa hetta góða
aftur og aftur staðfest, at hann veit meiri um og hevur størri innlit í altjóða fótbólt, enn tey flestu. Í løtuni er hann staddur í Føroyum, og hann er ikki í iva um, at tá allir níggju undankappingarbólkarnir [...] venjara. Dusan Uhrin hevur tikið seg aftur og er farin til Miðeystur, har møguleiki er at vinna stórar peningarupphæddir. Jozef Chovanes er nýggjur venjari. Hann er 37 ára gamal og hevur áður verið liðformaður [...] verður um, at samlaða fólkatalið bara er umleið tríggjar milliónir, so hava teir framúr nógvar ungar fótbóltsspælarar. Kendasta fótbóltsfelagið hjá teimum er Zalgiris Vilnius. Tað sigur nakað um styrkina
1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB. Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar, meðan GÍ skal avgera, um hann skal spæla við [...] sínum egnu málmonnum. Nýggi jugoslaviski málverjin hjá NSÍ er hinvegin ikki komin til landið enn, so tí varð heitt á føroyska landsliðsmálmannin um at verja málið hjá sínum gamla felag. [...] Leygardagin varð árliga innandurakappingin Atlantic Cup spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta var annað árið á rað, at skipað varð fyri kappingini, og øll tey tíggju 1. deildarliðini luttóku. Tey
900.000 kr. meira enn ætlanin var. Hetta er nú vorðin ein prinsipp spurningur, og er hetta prinsippið vert at seta so nógvar atkvøður í veð fyri, og skulu næmingarnir gjalda fyri hetta klandur við sínum [...] ið skulu velja á fyrsta sinni, og hetta mál ger Sambandsflokkin alt annað enn vælumtóktan. Gott er at síggja, at summir flokkar taka hetta mál í álvara. Ungdómurin er framtíðin. Vit takka øllum, sum hava [...] lesnaði, sum gagnar Føroya landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgið er, at vit næmingar ikki eisini
var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðarskeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr nýggjum, skuldi skipast frá botni [...] tolsemi, til umheimin var einki sum at telefon, nóg illa um oyggjarnar allar, tað var alt eftir veðrinum, vætuni, hýrinum á teimum mongu telefonstøðunum um bygdir, sum formidla skuldu sambandið. Tað var í teirri [...] í sjúkrahússtýrunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Hetta var eisini krevjandi arbeiði, í ávísum tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar