og farvæl við lívið. - Eg havi leingi arbeitt við at sameina trongdina til lívið við sjálvan deyðan, men hetta er ikki eydnast mær enn. Deyðin er framvegis ein trupulleiki, eg ikki vil kennast við, sigur [...] bók síni Maya. - Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitjandi gestur á hesi fold. Um eg kundi valt millum normalan deyða og ævigt lív, hevði eg umgangandi valt [...] Ludwig Wittgenstein. - Undrið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er, sigur Jostein Gaarder. Men rithøvundurin úr Noregi er ikki bangin fyri at avdúka, at kærleikin til lívið eisini voldir sorg, og
pensioneraðu hoyrdu ikki at eg segði "yess!" inni í bilinum. Men nú vita tey tað. Og um onkur kona nú situr og ivast í, um tað var hana og mannin eg sá ella ikki - so er tað í lagi. Var tað ikki eg, so var tað [...] prátandi oman eftir gongubreytini. Og eg smíltist upp um bæði oyru - tí so ber tað veruliga til. At vera góð alt lívið. So er tað ikki bara í dansktopp-sangum, tað hendir. Eg hevði hug at renna aftan á teimum [...] tey hava klárað tað. Tí eg trúgvi ikki, tað var uppátikið. Tá man er yvir 70, er ikki longur so týdningarmikið hvat tey, man hittir á gongubreytini, halda. Tað var ektað, haldi eg. Sameind. Eitt sindur synd
tey, vit kanska bara vitja um jóltíðir. Tað eru jú jól, ikki so? Kanska blívur Minna ommusysti kedd av tí, um vit ikki vísa okkum í ár. Vit skulu til jólaborðhald, klippa jólapynt og dansa um jólatræ her [...] vøggustovum, barnagørðum og skúlum. Vit vilja jú ikki gerast eitt vónbrot fyri børnini. Tað er, sum um vit um jóltíðir royna at røkka at gera alt tað, vit ikki hava fingið gjørt restina av árinum. Annars kemur [...] loysnir, so sum at verða freistað til at lata seg ugga av øðrum enn makanum. Um ikki vit púrasta skulu oyðileggja bæði jólini og hjúnalagið, er eitt gott hugskot kanska ikki at vænta sær ov mikið av sær sjálvum
lata ikki tíggjund. Ella - tað gera summi fólk, sum eru limir í ávísum samkomum, havi eg hoyrt. Hvat teir pengarnir fara til, veit eg ikki. Men aftur til okkara felags 300.000 krónur, gávuna til tey fátæku [...] víkingar og teirra minni hugnaligu siðir, segði eg til stuttleika, at tað hevði nú ikki verið so galið at havt einar tveir trælir til at vaska upp og sovorðið. Og eg fekk reaktiónina beinan veg, frá soni mínum [...] hann flóta yvir til børnini í myrkrinum, har onki veksur á trøunum. Tíbetur endar bókin við, at børnini taka naglan úr aftur sólini, so hon skínur líka nógv á allan knøttin. Eg fari ikki at lesa góðanáttsøgur
fortíðini. Nei, tað er ikki serliga langtsíðani! Journarlisturin hevur til fremstu uppgávu at royna at finna fram til eitt ávíst mát av sannleika, ið hann so ber fram fyri fólki. Men um hann ikki viðger tilfarið [...] teir hava rætt til at senda lýsingar og at skipa fyri eydnuspølum. Og tó vit hava jú havt politikara her í landinum, ið beinleiðis hevur hótt við at skerja játtanina til "tey óheftu", um ikki loftmiðlarnir [...] einastu ferð, og sannlíkt er, at tað heldur ikki verður seinastu ferð, at menn í fyllskapi gera sær fyri skommum, hvørki í almennum høpi ella privat. ? So tað lati eg fara framvið ... Nei, tað ið fangaði mín
Kjerlighed til deres Børn, opdrages disse til altformegen Egenraadighed; og man maae forundre sig over at Børnene ved denne efterladne og kjelne Opdragelse dog blive, naar de ere fremvoxne, til nogle ret [...] Tankavekjandi, ikki sannheit? Hetta líkist tí, sum sagt er um gamla eskimoiska veiðusamfelagið uppi í Grønlandi. Har løgdu foreldrini heldur ongantíð hond á børnini. Óvitarnir skuldu jú vaksa til at hava fullkomið [...] og tað er upp til tey, sum byggja landið at tryggja at hetta verður gjørt! Óansæð tey útlendsku árin, vit hava tikið til okkum. Kanska eru tað tey árin, sum áður umrøddi sangur sipar til, ið hava skapt
finna pleygufamilju til børnini í eina tíð, so hon sjálv kundi koma sær uppundan og finna eina trygga kós. Hesum hjálpti almannaverkið henni við - og vissaði hana um, at hetta ikki merkti, at hon fór at [...] tíð, so tað sjálvt kann skapa sær betri tíðir. Eg veit, hvat hevði hent, hevði konan verið føroysk og farið inn á Almannastovuna her. Eg veit tað, tí eg kenni fleiri ?málsviðgerðir", sum tað so kølið kallast [...] klára lívið og børnini sjálv. Og so hevði Almannastovan sagt ?Tíverri. Um tú fer at lesa, fær tú útbúgvingarstuðul, og so er tú ikki longur í skipanini hjá okkum." Tann stuðulin røkkur til eitt kjallarakamar
elskulingin aftaná sær til arbeiðis, er so ein onnur søga! Hvat er rangt og rætt viðvíkjandi hesum verkfallinum, hvørki skal eg ella kann eg gera meg klókan uppá, tí eg veit heilt erligt ikki, hvat vinnulívið [...] eydnu. Men at summarið byrjar í mai, sæst ikki einans á ítrottinum, veðrinum og náttúruni. Kring landið gera næmingar á miðnámsskúlunum og í framhaldsdeildini seg til at prógva, hvat teir hava lært, tí fr [...] næstan øll full, og tey seinastu smálombini seta stetlandi føturnar fyri seg. Børnini fáa frí úr skúlunum, tá ið teir ikki vera vaskaðir longur, vøggustovur og barnagarðar lata eisini aftur, og mong munnu
so kundu tey skjótt konstatera, at eg ikki eri tann stóri gáttavaskarin. Heldur ikki gardinuskifting er nøkur styrki akkurát. So tey fyrigeva mær kanska, at eg ikki haldi tað vera so forferdiliga attraktivt [...] innhurðina upp, rópti hon "ikki traðka á gáttina! Eg havi akkurát vaskað!" Haldi ikki hon keypti so nógvar bøkur frá okkum. Kann eisini koma í tankar um aðrar konur, sum ikki vildu at børn spældu í kjallaranum [...] tá eg hoyri um kappingina "best røktu bygd." Í øllum førum lætnar hjá mær, tá eg heldur ikki í ár hoyri Sands bygd, barndómsbygdina, útrópta sum "best røktu bygd". Og, orsaka sandavágsfólk, men eg síggi
og heilsuskaðiligu". Hví skal EG ganga sum ein annar verkfrøðingur og leita eftir eiturevnum? Eg áni ikki hvat paraben er gott fyri. Eg kenni ongan sum sigur, "eg keypi altíð krem við parabenum í, tí [...] sá út til ikki at hava skaðilig evni í. Tá vóru millum onnur Garnier, BodyShop og Matas vrakað. Og tá eg aftaná tosaði við vinkonu mína, sum hevði sagt mær um hetta evnið "methylparaben", sum eg skuldi [...] (NEI - eg tosi ikki um teir føroysku! Hví skuldu teir viðgjørt nakað so ótunnilsligt sum andlitskrem? Eg tosi sjálvandi um teir í Danmark og ES og har um leiðir). Og tá vit brúkarar so fara til handils